LÝSINGARTILFAR
VVS Import í Vestmanna er ein heldur nýggj fyritøka, ið bjóðar seg fram sum veitari av ymiskum tilfari til byggivinnuna. VVS Import hevur millum annað. avtalu við eina svenska verksmiðju , sum ger stálkonstruktiónir av øllum møguligum slagi og galvaniserar brandtrappur og rekkverk.
Samstarv er við eina norska fyritøku ið arbeiðir við at ráðgeva og selja reinsiverk. Hugt verður í hvørjum einstøkum føri eftir umhvørvinum ,sum vatni skal takast úr og verður síðani ein “skræddaraseyma” loysn gjørd sum líkur tey strangastu ES- krøvini sum eru galdandi í dag. Tá í summari kemur verður ofta ávarað ímóti at vatnið er skitið, og verða privatfólk, barnagarðar og ellisheim noydd at kóka vatnið. VVS Import hevur eitt mini reinsiverk , ið er samansett av ymskum filtrum og uv filtri til at tryggja at vatnið altíð er reint. Henda loysnin kann setast á lokalt sum ein eyka trygd tá ið tað kommunala vatnið ikki er drekkandi .
Ein annar norskur samstarvsfelagi veitir innbygd dustsúgvaraannlegg, ið verða nógv brúkt í sethúsum bæði nýggjum og gomlum. Eisini er meiri vanligt at seta dustsúgvara anlegg í størri bygningar t.d. hava teir sett fleiri anlegg upp í Gardamoen floghavnini. Annleggini eru eisini sera væl egnaði at seta upp í barnagørðum, skúlum, ellisheimum og kontórbygningum fyri at nevna nøkur dømi.
Í samband við byggimessuna fer VVS Import serliga at leggja dent á tað nýggjasta samstarvi , sum er við Canadahus Danmark sum fæst við at selja og byggja Canadisk Bjálkahús. Canadisk bjálkahús eru bygd í nógv ár runt um í heiminum. Til dømis kann nevnast at bjálkahús eru bygd í Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki og Danmark. Eisini eru nógv hús bygd í Onglandi, Scotlandi og Írlandi fyri at nevna nøkur dømi. Alt tilfarið ið verður brúkt er fyrstafloks fura, men um ynskist er møguleiki at fáa onnur sløg av viði. Í løtuni eru eini sethús bygd í Vestmanna, og eru tey næstu í gerð , og eru tey til sølu nú. Nevnast kann at húsini , ið eru í gerð eru 150 fermetrar stór og vigar tilfarið sum er komið úr Canada 40 tons. Húsini verða víst fram og áhugaði kunnu seta seg í samband við VVS Import fyri at gera nærri avtalu um at síggja tey. Meðan messan er í gongd er eisini møguligt at koyra ein túr til Vestmanna, fyri at síggja bæði húsini. Tilmelding fer fram á básinum.
Á VVS Import verður stórur dentur lagdur á at samstarva við veitarar, ið eru førir fyr at veita dygdarvørur og góða ráðgeving, sum skal koma kundanum til góðar.
Í løtuni er VVS Import i samráðingum við veitara av m.a hitapumpum, ið kunnu íbindast verandi ketil og sum tí eisini verður ein munandi bíligari loysn en tær loysnir sum verða bjóðaðar fram í dag.
VVS Import vónar at nógv vitja inn á básin at fáa góð tilboð og eitt gott prát.
Birigir Waag Høgnesen