Høgættin er góð í høvuðsstaðnum og harvið fyri ólavsøkuveðrið, men høgættin og meiri enn 10 metrar um sekundið, sum tað er nú seinnapartin, eru líkindini ikki góð fyri, at met verða sett í kappróðrinum á ólavsøku í ár. Og skuldi tað lagað seg soleiðis, at eitt ella fleiri met verða sett, hóast fríska lotið verður beint ímóti, so kann ikki sigast annað, enn at talan verður um stórt bragd.
Ofta hevur verið sagt, at óvissan kring róðrartíðirnar hevur verið stór, tí málið ikki altíð hevur verið so neyvt, og at teknikkurin kring klokkuskipanina heldur ikki hevur verið nóg góður. Kanska er tað nakað um hetta, men fasti starturin og serliga fasti starturin á Ólavsøku, sum er festur inn á land, eiga at borga fyri, at róðrarteinurin á Ólavsøku altíð er tann sami.