Á middegi í gjár hvødu bjargingarliðini funnið ellivu deyð aftan á vanlukkuna í Konya, sum er miðskeiðis í Turkalandi. Umleið 30 onnur vórðu flutt á sjúkrahús, og níggju vóru ikki komin afturíaftur.
Íbúðarhúsini vóru í fleiri hæddum. Har vóru 36 íbúðir, og hildið verður, at umleið 120 fólk vóru í húsunum, tá tey rapaðu.
Hetta er ikki tann fyrsta vanlukkan av hesum slagnum í Turkalandi. So seint sum leyggardagin doyðu seks fólk, tá eini hús í Istanbul brádliga rapaðu, og seinasta summar douðu níggju studentar, tá ein skúli rapaði.
Í teimum flestu førunum hevur tað víst seg, at húsini hava verið alt ov illa gjørd, og at byggiharrarnir hava als ikki hildið tær ásettu byggireglurnar.