- Ja, tað hevur leingi verið mín dreymur at fara undir eina bygging her Frammi í Gerði, sigur Grækaris.
Fyri hann er eingin ivi um, at hetta økið í fyrsta lagi er sera vælegnað til bygging av vanligum sethúsum og randarhúsum.
- Og so eiga vit ikki at gloyma ta frálíka útsýnið sum er higani frá, sigur hann.
Spurningurin er so, hvat bygdaráðið í Kvívík sigur til ætlanina. Í gjárkvøldið varð hon í øllum førum løgd fram fyri tey til umrøðu.
- Tað er alneyðugt, at vit eisini gera okkurt fyri at menna tær smærru bygdirnar, sigur Grækaris við Sosialin.
Sum skilst hevur hann longu upplivað, at sera stórur áhugi er fyri forvitnisligu ætlan hansara!
Byggja sjálvi
Ætlanin hjá Grækarisi A. Joensen og fyritøku hansara G.A.J. Smíð er at gera eina útstykking við 42 grundøkjum í eini heildarætlan.
- Hinvegin so veit eg, at tað eru mong sum heldur vilja byggja síni egnu hús.
- Og tí verður ein partur av útstykkingini løgd út sum byggibúgvin grundøkir, greiðir hann frá.
Sjálvt økið liggur omanfyri skúlan, báðumegin Stórá sum rennur gjøgnum bygdina. Ætlanin miðar eftir at gera 15 øki á vestaru síðu byggibúgvin, har keyparin sjálvur kann gera tey liðug, meðan restin av økjunum verða bygd liðug.
Í sambandi við ætlanina verður neyðugt at gera eina betong- ella stálbrúgv tvørtur um ánna.
- Vit ætla at leggja dent á, at henda brúgvin skal verða vøkur á at líta, slær Grækaris fast.
Serstakur dagstovnur
Sum skilst hava ætlanir verið frammi um at kommunan skuldi byggja ein dagstovn á sama øki, sum ætlaða útstykkingin skal verða.
Í hesum sambandi hevur Grækaris sjálvur gjørt eitt uppskot til ein dagstovn, sum kann rúma eini 100 børnum. Eftir tekningini verður ein vøggustova við trimum stovum, ein barnagarður við trimum stovum og ein frítíðarskúli við einari stovu.
Tað serstaka við uppskotinum er, at stovnurin verður býttur upp í átta sonevndar kubir. Hesar liggja allar út frá eini miðgongd, sum gongur gjøgnum allan bygningin. Mitt í bygninginum er eitt savningarstað, har møguleiki er at skipa fyri tiltøkum saman við børnunum.
At teir hava valt eina slíka loysn er við framtíðini fyri eyga. Verður neyðugt við eini víðkan av dagstovninum einaferð seinni, er góðir møguleikar fyri hesum.
- Vit meta, at ein stovnur til 100 børn er hóskandi, tá ein tekur hesa nýggju útstykkingina við í metingina, sigur Grækaris um ætlan sína.