Tann stóri búskaparvøksturin í Kina stendur við, og tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár vísa, at bæði íløgur og framleiðsla hava næstan sett nýtt met.
Vøksturin í búskapinum var 9,5 prosent í januar ársfjórðingi og sostatt á leið tannn sami sum í sama tíðarskeiði í fjør, tá vøksturin var 9,7 prosent. Tølini vísa, at framleiðslan í ídnaðinum vaks heili 16,2 prosent, men tað var kortini hálvt annað prosent minni enn tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í 2004.
Kinesarar hava gjørt stórar íløgur í samferðslukervið tey seinastu árini, og soleiðis er eisini í ár. Í januar ársfjórðingi vuksu íløgurnar 22,8 prosent, og tað var á leið sami vøkstur sum í sama ársfjórðingi í fjør.