Stór grind legði beinini í Klaksvík

Í nátt var ein grind hildin til í Klaksvík. Mett verður, at talan er um einar 300 hval, sum løgdu beinini. Drápið vardi hálvan annan tíma. Grindin var funnin norðan fyri í gjárkvøldið, og varð rikin móti Klaksvík. Bíðað varð við at reka grindina inn á vágna í Klaksvík, til tað var blivið ljóst aftur í morgun.

Drápið tók hálvan annan tíma, og roknað verður við, at eini 300 hval løgdu beinini.

Nú verður bíðað eftir, at seðlarnir koma út.