Stór hækking á japanska virðisbrævamarknaðinum

Partabrævavirðið hækkaði nógv, tá virðisbrævamarknaðurin í Tokyo lat upp í morgun Japanska Nikkei-vísitalið hækkaði meira enn 10 prosent tann fyrsta hálva tíman, eftir at virðisbrævamarknaðurin í Tokyo lat upp í morgun. Sostatt var gongdin har tann sama sum á marknaðunum í Evropa og USA í gjár, har hækkingin var omanfyri 11 prosent á summum marknaðum.

Í Avstralia var sama gongdin, og har hækkaðu kursirnir 5,8 prosent í morgun.

Viðmerkjarar siga, at hækkingin í gjár og í morgun er eitt úrslit av teimum tiltøkum, sum leiðararnir í G7-londunum, evrulondununum og nøkur av teimum størstu londunum í Evropa hava sett í verk ella samtykt at seta í verk.