Stór lívsstílsmessa í Havn í vár

Í vár verður skipað fyri risastórari lívsstílsmessu í Havn

Nýggja dupulthøllin á Hálsi í Havn verður í vár karmur um eina risastóra lívsstílsmessu, har framsýnarar úr øllum landinum fara at sýna fram ymiskt, sum hevur við lívsstíl at gera.

 

Fyri nøkrum árum síðani var rættiliga vanligt við stórum sølustevnum í hallunum kring alt landið, men hesar eru við árunum blivnar færri og færri í tali, og í dag eru næstan ongar eftir.

Men nú verður so ein roynd gjørd at hava eina lívsstílsmessu, sum verður ein messa, har eitt nú handlar, ferðaskrivstovur, vælverustovur, hárfríðkanarstovur, peningastovnar og øll onnur, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á lívsstílin hjá fólki, kunnu taka lut.

 

Stóra lívsstílsmessan verður í nýggju dupulthøllini í døgunum 5-6 mai 2018, men longu nú er ein heimasíða gjørd til nærri kunning um tiltakið, og har tað eisini ber til hjá fyritøkum og øðrum at melda til messuna. Heimasíðan eitur www.lsm.fo.