<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Í hitabylgjuni seinasta summar, tiðnaðu fleiri tons av Ísi á tindinum á Ararat.
Síðani tá, hava granskarar tikið myndir av 5 kilometur høga fjallinum, og halda seg hóma okkurt, sum kundi líkst einum 150 metur longum skrokki.
Turkiska stjórnin hevur enn ikki góðkent leitingina. Seinastu árini hevur tó borið til at sloppið niðan á Ararat, sum undir kalda krígnum var stongt fyri rannsóknarferðum.
- Vit ætla ikki at taka nakað úr ørkini, skuldi tað eydnast okkum at funnið hana - og um Gud vil ? sleppa tit øll at síggja hana, sigur, Daniel P. McGivern, leiðarin av Shamrock the Trinity Corporation of Honolulu.
Kelda: Jyllands Posten