Stórá og Myllá fyri seinastu ferð

- Hetta summarið er seinasta útkall hjá teimum, ið vilja njóta friðin, sæluna og vakurleikan, sum Stórá hevur givið okkum, sigur Elsa Annika Olsen, ið var stigtakarin til mótmælisskrivið móti vatnorkuútbyggingini hjá SEV

Umhvørvi

Herfyri vóru Elsa Annika Olsen og onnur, sum búgva við Norðskála, í Tinganesi, har tey handaðu Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu, 645 undirskriftir móti vatnorkuútbyggingini hjá SEV. Mótmælisskrivið varð eisini sent Sunda kommunu og friðingarmyndugleikunum í Føroyum.

- Tað einasta, vit hava hoyrt aftur, er, at Sunda kommuna hevur váttað, at brævið er móttikið.

Elsa Annika ásannar, at nú summarið er á veg, og fólk fegnast um góða veðrið, sum verið hevur, er hetta summarið samstundis hitt seinasta, har áirnar við Norðskála sleppa at renna í friði fyri mannahondum.

- Soleiðis er hetta summarið serstakt hjá okkum, sum búgva við Norðskála. Hetta er seinasta útkall hjá okkum, sum vilja njóta friðin, sæluna og vakurleikan, sum Stórá hevur givið og enn gevur okkum.

Elsa Annika vísir á, at hjá teimum mongu, sum millum ár og dag hava spælt í ánni og kenna hvønn krók og hvønn stein í henni, er hetta eitt summar, sum vekir tankar um náttúru og umhvørvi, sum nú er við at fara í søguna.

- Alt, sum er gróðursett í minninum, verður nú í eini handavending skrætt burtur, sigur hon.

So stóran skund

Stigtakarin til mótmælisskrivið sigur, at SEV fer við Stórá og øllum hinum áunum eftir einari lóg, sum varð samtykt í 1953.

- Sambært hesi lóg fekk elfelagið rættin til allar áir í landinum og kann gera við tær, sum

felagið vil – fram til 2013.

Hon heldur, at árið 2013 helst er orsøkin til, at SEV nú hevur so stóran skund at fremja vatnorkuútbyggingar.

- Tað er spell, at náttúruverndarlógin ikki er komin í gildi enn, tí ivasamt er, um felagið hevði fingið loyvi til hesar útbyggingar, um lógin var komin.

Elsa Annika spyr eisini, hví SEV hevur verið so afturhaldandi, sum hon tekur til, við at gagnnýta vindorku, sum onnur lond hava gjørt nógv meira við enn føroyingar.

- Hvussu ber tað til, at onnur feløg, sum koma við góðum hugskotum, ikki sleppa í gongd við sínar verkætlanir.

Hon vísir á, at Sp/f Røkt í Vestmanna hevur slóðað fyri og gingið á odda fyri at selja el-orku til SEV, men avtalan hevur havt sínar avmarkingar og hevur bremsað teirri menning, sum kundi havt verið innan vindorku.

- Seinni hevur SEV so sett tríggjar vindmyllur upp í Neshaga – nærmast fyri frið skuld, sum hon tekur til.

Elsa Annika vísir til fólk, sum hava skil fyri hesum, sum halda, at vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga áttu at verið munandi størri, soleiðis at tær eisini góvu meira orku.

- Men soleiðis hugsar SEV ikki, tí elfelagið er ikki undir nøkrum trýsti til at taka serlig atlit fyri náttúruni.

Hon heldur, at tað, sum krevur minst av elfelagnum og sum eisini er mest ómakaleyst, er at halda fram við útbygging av vatnorkuni, sum turrleggur ein uppaftur størri part av meginøkinum í Føroyum.

- Sjálvandi skal elfelagið hava loyvir til sínar útbyggingar frá kommunum og friðingarmyndugleikum, men hesi eru eftir øllum at døma ikki trupul at fáa – og so er bara leyst og liðugt, leggur Elsa Annika aftrat.

Hon heldur kortini, at tíðin arbeiðir ímóti elfelagnum, tí nógv verður granskað í alternativari orku, eins og høgi oljuprísurin eisini trýstir.

- Tað er spell, at vit skulu ofra enn fleiri áir og vøtn, tá onnur alternativ eru á trappuni, sum hon tekur til.

Sandá og Hoydalsá

Elsa Annika setir eisini spurningin, hvør niðurstøðan hevði verið, um tað kanska var Sandá – ella Hoydalsá – sum stóðu fyri at verða tiknar.

- Tá hevði helst verið ramaskríggj – og pípan hevði fingið annað ljóð.

Hon heldur, at tá høvdu føroyingar helst hoyrt langar fyrilestrar um tað ”æstetiska”, sum er so týdningarmikið fyri trivnaðin.

- Fyri okkum, sum búleikast her norðuri, er Stórá tað sama fyri okkum, sum Sandá er fyri tey, sum búleikast í høvuðsstaðnum. Hvørki meira ella minni.

Elsa Annika Olsen sigur, at fyri sær, sum stigtakara til savnan av undirskriftum – og mong onnur um hesar leiðir – er tað ikki minni enn ein sorgarleikur, at ein á fyri og onnur eftir verður turrløgd.

- Hetta eru sár í umhvørvinum, sum ikki bøtast aftur. Vit halda ikki, at prísurin fyri ”grøna” orku nýtist at vera svørt sár í náttúruni, um rætt verður atborið, sigur hon.