- Hetta er stór ov vanærulig skomm fyri Arbeiðarafeløgini í Fuglafirði Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, eftir at arbeiðarafeløgini í Fuglafirði ikki vildu akta boðini um at boykotta íslendsk uppisjóvarskip, hóast verkfall varð lýst í Íslandi.
Tá ið íslendingar lýstu verkfall, gjørdu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag av at nokta limum sínum at landa íslendsk skip í Føroyum fyri at vísa samhuga við íslendsku fakfeløgunum.
Men hóast limafeløgini í Føroya Arbeiðarafelag hava skyldu at fylgja boðunum, kundi Kringvarpið fortelja, at arbeiðarafeløgini í Fuglafirði, noktaðu at akta boðini.
Seinnapartin í dag er so íslendska verkfallið avlýst og úr haðani frættist, at manglandi stuðul úr Føroyum er ein orsøk til at verkfalli varð avlýst, tí so kundu skipini bara sigla á Fuglafjørð at landa.
- Hetta er ein ræðulig gerð hjá arbeiðarafeløgunum í Fuglafirði og ein stór og vanærulig skomm fyri tey, staðfestir Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hetta kann koma føroysku arbeiðararørsluni aftur um brekkur so tað munar, tí tá ið vit ikki stuðla arbeiðarafeløgum í øðrum londum, kunnu vit heldur ikki vænta, at tey fara at stuðla okkum, skuldu vit lýst eitt verkfall og eg ivist onga løtu í, at hetta verður dýrt fyri okkum seinni, sigur hon.
- Tí er hetta, sum fuglfirðingar hava gjørt, heilt ófyrigeviligt.
Hon leggur afturat, at hetta er at rætta arbeiðsgevarunum eina hond, tí hon kann ikki ætlað, hvussu teir gníggja sær í lógvunum.
Hon sigur, at tað er heilt alvorligt at limafeløg ikki akta boðini frá Føroya Arbeiðarafelag og eftir lógini kunnu feløgini í Fuglafirði fáa eina átalu, tey kunnu fáa bót, ella í ringasta føri, kunnu tey verða tveitt úr Føroya Arbeiðarafelag.
Men hon leggur afturat, at Føroya Arbeiðarafelag hevur ikki tosað um revsitiltøk ímóti fuglfirðingum.
Seinni í kvøld hava vit eina viðmerking frá arbeiðarafeløgunum í Fuglafirði.