Stór ósemja í Tjóðveldi

Eftir hvat skilst, er rættiliga stór ósemja, um Tjóðveldi eigur at taka fullar avleiðingar av, at Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen hava gjørt fiskidagmálið til ein kabinettspurning. Avgerðin dregur út, tí fleiri týðandi fólk í flokkinum vilja halda fram í samgonguni. Tað er tó langt frá givið, at hetta hendir Um tað var semja aftanfyri útmeldingarnar hjá Høgna Hoydal og Torbirni Jacobsen um at fara úr samgonguni, um skerjingarnar í fiskidøgum upp á 20 prosent ikki komu ígjøgnum, so hevði Tjóðveldi longu skjótt tíðliga í gjárkvøldið tikið hesa avgerð. Orsøkin til, at avgerðin ikki longu er tikin, er at fleiri týðandi fólk í flokkinum eru ímóti at at slíta samgonguna.

Tá fundurin varð niðurlagdur um hálvguntólv tíðina í gjárkvøldið, var ongin endalig avkláring á spurninginum. Og óvist er, um nakar nýggjur fundur verður í dag.

Sum skilst skal Høgni Hoydal, floksformaður, tosa við hinar báðar formennirnar í samgonguni, Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

Júst tí at málið er gjørt til ein kabinettspurning ger, at Tjóðveldi hevur sera torført við at bakka, sum eisini nógv í flokkinum eru ímóti at gera.

Skuldi Tjóðveldi funnið vælkendu kettulúkuna at sleppa sær út ígjøgnum og halda fram í samgonguni, so verður tað neyvan eftir núgaldandi leisti, verður sagt. Hvørjir aðrir møguleikar eru, enn antin at fara úr ella halda fram, er nakað torført at síggja, tí neyvan verður talan um at fáa Sjálvstýrisflokkin upp í samgonguna. Hesum er rættiliga stór mótstøða ímóti innan samgonuna.

Um annar av hinum stóru andstøðuflokkunum skuldi verið aktuellur at koma upp í samgongusamstarvið, er eisini rættiliga ivasamt.

Óg jú longri tíð gongur, áðrenn Tjóðveldi meldar út við eini avgerð, tess torførari verður hjá flokkinum at bakka.

Sum skilst fer Høgni Hoydal helst at fortelja sínum floksfeløgum, hvørja avgerð hann mælir til eigur at verða tikin rættiliga skjótt, og at flokkurin meldar hetta út til almenningin innan í mesta lagi nakrar fáar tímar.