Stór spariætlan skal bjarga SAS

Leiðslan í skandinaviska flogfelagnum SAS hevur í morgun lagt eina umfatandi spariætlan fram.

Eftir henni skal felagið spara 2,6 milliardir krónur. Felagið skal selja partar av sínum virksemi, eitt nú tænastuna á flogvøllunum og flogfelagið Widerøe. Við hesum og øðrum tilrøkum minkar starvsfólkatalið úr teimum verandi 15.000 í umleið 9.000, og tey, sum verða eftir, skulu hava upp ímóti 15 prosent minni í løn enn nú.

Í umsitingini verða 800 størv løgd niður, teirra millum nógv leiðarastørv, og høvuðsskrivstovan verður flutt til Stockholm.

Á tíðindafundi í morgun bleiv upplýst, at tann stóra spariætlanin skal forða fyri, at SAS fer av knóranum við 4,7 milliardum krónum í skuld.

SAS leggur dent á, at felagið heldur fram at flúgva á øllum verandi rutum.