Stór stuðulskonsert fyri nýtt Blákrossheim

Leygarkvøldið, 8. november, verður ein stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni til frama fyri nýtt Blákrossheim. Tey, sum luttaka, eru Jens Lisberg, Martin Joensen, Kristel Lisberg og VOX.

 

Jens Lisberg er kendur í føroyska tónleikaheiminum. Í sera nógv ár hevur hann verið at hoyrt saman við bólkinum Sputnik, men tey seinastu árini hevur hann skapt sína egnu tónleikakarrieru. Stílurin er country, og verður hann eisini av nøkrum nevndur Mr. Country.

 

Martin Joensen er ikki minni kendur. Hann hevur m.a. spælt við Vestmonnum, og seinastu árini hevur hann eisini roynt seg á egnum beinum, sum hann hevur megnað til fulnar. Hann er ein av okkara bestu sangskrivarum, og eigur hann eitt ótal av ?landaplágum?.

 

Kristel Lisberg er dóttir Jens, og hevur hon, hóast sín unga aldur, sungið sera nógv, m.a. saman við pápa sínum. Kristel hevur eisini ein lættan country stíl. Á konsertini fer hon eisini at syngja saman við VOX.

 

VOX er eitt gospelkór, sum hevur sungið saman í 10 ár. Stílurin er nútímans gospel, við íblástri frá fleiri myrkum gospelsangarum úr Amerika. Kórið hevði eina framúr góða og sannførandi konsert í Norðurlandahúsinum herfyri, har ummælini vóru sera góð. Umframt at syngja kór hjá Kristel og Martini, fer VOX eisini at framføra nakrar av sínum egnu sangum.

 

Stuðulskonsertin verður í Vesturkirkjuni leygarkvøldið, 8. novembur, klokkan 20.00. Tað er ókeypis at koma á konsertina, men høvi verður at geva eina gávu til nýggja Blákrossheimið, skrivar Trúboðin.