Stóra bót fyri at ganga í burka

Í Fraklandi skal tjóðartingið taka støðu til eitt lógaruppskot, sum sigur, at kvinnur skulu fáa 750 evrur ella einar 5.600 krónur í bót fyri at ganga í burka. Ein talsmaður fyri stjórnarflokkin UMP sigur við blaðið Le Figaro, at menn, sum noyða kvinnur at ganga í burka og niqab, skulu fáa uppaftur størri bót.

Fleiri halda, at uppskotið skerjir trúarfrælsið í Fraklandi, men tað heldur stjórnin ikki.

Sum skilst verður uppskotið lagt fyri tjóðartingið seinni í hesum mánaðinum, men tað kemur ikki til viðgerðar fyrr enn eftir kommunuvalið, sum verður í mars, skrivar Le Figaro.