Stúra fyri at korona fer at breiða seg í Danmark

Serfrøðingur heldur, at nógvir danskarar bera seg at sum um at korona ikki var til

Hendan vikan er ein tiltikin veitsluvika í Skagen í Danmark, og í hesum sambandu eru eini 50.000 fólk savnað í Skagen alla vikuna. Og tað fær Allan Randrup Thomsen, sum er professari í virus-sjúkum á universitetinum í Keypmannahavn, at stúra fyri gongdini.

– Tað er sannlíkt, at fólk, sum eru smittað við korona, eru við í veitsluni og tað er nettupp støðum, sum hesum, ið korona livur av, sigur hann við danska kringvarpið.

Fólk koma úr øllum landinum til Skagen, og tá ið vikan er av, fara tey aftur um alt landið. Og hann sigur, at tískil er vandi fyri, at smittan av álvara fer at breiða seg aftur kring landið, tí taka fólk smittuna við sær heimaftur, fara tey at breiða smittuna við sær. Tí heitir hann á alt veitslufólkið um at vísa samfelagssinni og at lata seg kanna fyri korona, áðrenn tey fara heim aftur.

Jens Lundgren, professari í smittusjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, er samdur í hesum, og hann minnir enn eina ferð á týdningin av at vaska sær um hendurnar, bæði væl og ofta. 

Tá ið so nógv fólk eru saman, er tað mestsum at vera á festivali og tí økir tað um vandan fyri smittuspjaðing, sigur hann við danska kringvarpið.