Stúra fyri hópdrápi í Misrata

Hermenn hjá Gaddafi hava aftur í dag søkt at uppreistrarmonnunum í býnum Misrata, og sambært Reuters hava bardagarnir um býin nú vart í níggju dagar. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at hermenninir hjá Gaddafi herja í gøtunum í býnum.

-Teirra stríðsvognar skjóta granatir, meðan teir koyra í gøtunum, skrivar ein heimasíða hjá uppreistrarmonnunum.

Ritzau skrivar, at uppreistrarmenninir bera ótta fyri, at bardagarnir í Misrata kunnu enda í einum blóðbaði, og at talið á deyðum veksur í hvørjum.

Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar hevur sambært Reuters sagt, at 124 sivilfólk hava latið lív í Misrata, síðani bardagin um býin byrjaði.