Í dag byrjar stóra kappingin um Sprundið 2007, tá sprundini, sum hava verið at síggja á byin.fo hvørja viku seinasta árið, kappast um at gerast ársins sprund. Myndir av øllum sprundunum verða lagdar út á heimasíðuna, og so kann atkvøðast við at senda sms til 1990. Skriva ?byin sprund1?, ella ?byin sprund2? o.s.fr. Hvør atkvøðu kostar 10 kr. umframt vanligan takst.
Tey, ið atkvøða, eru samstundis við í lutakastinum um eina ferð til Sunny Beach við Ung Rejs.
Vinningurin er altso ein ferð til Sunny Beach við byin.fo og sprundinum og ein ballingartúrur við limousine og fríari barr í VIP-rúminum í Eclipse eitt leygarkvøld í summar fyri heili fimm persónar. Eisini verður kappast um tvey VIP-kort, so sleppast kann inn í Eclipse ókeypis alt árið.