Stóran týdning at útróðrarmenn ísa fisk

Tað er ikki Fiskamarknaður Føroya, sum hevur álagt skipum og bátum hægri gjøld, men Landingarmiðstøð Føroya. – Sølugjaldið hjá okkum er ikki hækkað í fleiri ár, og tey 0,75% av søluvirðinum, sum vit taka, svara til umleið 7 oyru fyri hvørt kilo í 2009, sigur Fiskamarknaður Føroya sum annars harmast um, at fiskaprísirnir eru so lágir

Umborð

 

Í grein í Sosialinum herfyri skrivaðu vit um umstøðurnar hjá útróðrarmonnum, sum í longri tíð hava verið út av lagi vánaligar. Fiskiskapurin hevur verið slakur, men tað, sum hevur gjørt inntøkuviðurskiftini uppaftur verri, er, at fiskaprísirnir hava verið so sera vánaligir.

Útróðrarmaður, sum vit tosaðu við, vísti eisini á, at tað er vorðið dýrari – og eisini truplari - at sleppa av við fiskin.

Í greinini gjørdu vit ta mistak at brúka navnið Fiskamarknaður Føroya, tá vit skrivaðu um økt gjøld og sektir fyri eitt nú ófráboðaða landing, sum fer fram uttanfyri vanligu dagtímarnar hjá Landingarmiðstøð Føroya.

Tó at tað er vorðið dýrari hjá monnum at sleppa av við fiskin um uppboðssølu, kemst hetta ikki av, at kostnaðurin fyri sjálva søluna hjá Fiskamarknaði Føroya er øktur.

Tað er hann nevniliga ikki. Hinvegin eru tað landingarútreiðslurnar, sum eru øktar.

 

Skild sundur

Tá Fiskamarknaður Føroya (FMF) varð stovnaður tíðliga í nítiárunum, vóru landing og søla í einum felag, men hin 31. desember í 2004 vórðu feløgini skild sundur, og núverandi Fiskamaknaður Føroya er stovnaður hin 1. januar í 2005.

Síðan 2005 hevur Landingarmiðstøð Føroya landað og avgreitt skip og bátar, meðan FMF hevur tikið sær av sjálvari søluni.

- Vit eru kedd um, at misskiljingar eru komnar í nevndu grein. Tað, sum tað kostar at selja á Fiskamarknaði Føroya, er 0,75% av søluvirðinum. Er sølan minni enn eitt vist, er eitt minstagjald á 50 krónur. Øll onnur gjøld, sum standa á avreiðingarseðlinum, tá avroknað verður, eru gjøld, sum aðrir krevja inn – og ikki vit, sigur Oskar Joensen, sum starvast hjá Fiskamarknaði Føroya.

Hann vísir á, at FMF hevur eingi gjøld hækkað í fleiri ár, og at tey 0,75% av søluvirðinum svara til umleið 7 oyru fyri hvørt kilo í 2009.

Høgni Hansen, sum eisini starvast hjá FMF, leggur aftrat, at tað helst hevði verið torført at funnið eina uppboðssølu úti í heimi, sum er bíligari enn føroyska uppboðssølan.

Báðir harmast teir um lágu fiskaprísirnar.

Í nevndu grein varð ikki í nóg stóran mun skilt ímillum, at tað er Landingarmiðstøð Føroya, sum landar av avgreiðir viðurskifti, sum eru tengd at landingini, meðan Fiskamarknaður Føroya bert tekur sær av sjálvari søluni.

Fyri útróðrarmannin ger hesin skilnaður sjálvandi ikki tann stóra munin, tí kostnaðurin fyri samlaða ”pakkan” verður hin sami – antin tað er landingarparturin ella søluparturin, sum krevur meira. Fyri útróðrarmannin snýr tað seg um, hvørjar útreiðslur eru tengdar at tí parti, sum hevur við landing og sølu at gera.

Og tað eru hesar útreiðslur, sum útróðrarmaðurin í fyrsta lagi fýltist á eru øktar og enntá við sektarbót, um fráboðanarskyldan ikki verður hildin, og fiskurin verður landaður í dagtímunum.

Stóri trupulleikin hjá útróðrarmonnum er, at ov lítið fæst burtur úr fyri ta veiði, sum hann megnar at draga upp úr sjónum ein útróðrardag, samstundis sum útreiðslurnar av landing eru øktar.

Omanyvir slaka veiði, lágar fiskaprísir og hægri landingarútreiðslur koma so gjøld sum eitt nú barsilsgjald og arbeiðsmarknaðargjald, sum fara avstað við enn einum parti av tí sindri, sum eftir er, tá avroknað verður.

 

Einki burtur úr

Útróðrarmaðurin, sum vit tosaðu við, greiddi okkum frá, hvat seinastu tríggir útróðrardagarnir hjá honum høvdu givið. Hann hevði sett tilsamans 36 línur – 12 línur hvønn dagin. Samlaða veiðan fyri hesar dagarnar var 3.800 pund, og tað er ikki nøkur ring veiða, soleiðis sum fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur roynst.

- Eg var í bátinum í tilsamans 42 tímar hesar tríggjar dagarnar, og tá avroknað varð, var mín partur 420 krónur. Hetta gevur eina tímaløn upp á 10 krónur um tíman, segði hann.

Hann legði aftrat, at meginparturin av veiðini hesar tríggjar seturnar var hvítingur, sum fór fyri ein miðalprís á 6 krónur fyri kilo. Prísurin á hvítingi lá annars millum 5, 6 og 7 krónur fyri kilo, og hýsan fór somu dagar fyri einar 5-7 krónur fyri kilo.

- Vit skulu av við umleið hálva aðru krónu fyri kilo til landing og sølu tilsamans, og tað vísir seg, at tað alsamt gerst dýrari at sleppa av við fiskin. Byrjunargjaldið var 50 krónur. Nú hevur Landingarmiðstøð Føroya so lagt 75 krónur omaná. Aftrat hesum koma so prosentini fyri sjálva søluna. Er nøgdin av fiski lítil, gerast landingarútreiðslurnar lutfalsliga størri.

Eitt annað, sum útróðrarmenn eisini fýlast á, er, at Landingarmiðstøð Føroya eisini hevur sett nýggjar treytir og lagt nýggj gjøld omaná landingina, tá bátar landa uttanfyri vanligu dagtímarnar, eins og sektargjøld verða givin, um fráboðanarskylda ikki verður hildin.

Útróðrarmaðurin sigur, at samanumtikið er tað vorðið nógv dýrari at sleppa av við fiskin, og tá hetta er í eini tíð, har fiskiveiðan hevur verið vánalig, og fiskaprísirnir uppaftur verri, er eyðvitað, at tað í løtuni er sera trupult hjá monnum at fáa nakað sum helst burtur úr útróðri.

- Hevði tað verið sum vanligt, og fiskaprísirnir høvdu verið á eini leið, hevði nógvur útróður verið í dag, nú hvítingurin er komin upp í veiðina. Men, sum er, nyttar einki monnum at loysa.

 

Umráðandi at ísa

Í somu grein vísti útróðrarmaðurin á, at ísingin av fiski tykist eisini vera trupul, um tær reglur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir, skulu fylgjast.

- Ísa vit fiskin, soleiðis sum vit halda, at hann skal ísast, er hann ov kaldur, tá hann verður landaður. Vit hava roynt ymiskar hættir við ísing, men tað vísir seg at vera torført at byrgja upp fyri, at fiskurin ikki gerst ov kaldur, tá hann verður landaður – ella við minni ísi eisini gerst ov bleytur, áðrenn hann fer útaftur til keyparan, segði útróðrarmaðurin.

Líkt er til, at júst henda greinin, sum bar heitið ”Reint rukkulív at vera útróðrarmaður í dag”, hevur fingið fleiri upp úr stólinum – í fyrsta lagi Fiskamarknaðin Føroya, tí ikki í nóg stóran mun varð skilt millum viðurskifti hjá FMF og Landingarmiðstøð Føroya, tó at úrslitið fyri útróðrarmenn er hitt sama – og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, tí útróðrarmaðurin setti spurnartekin við, hvussu ísingin av fiskinum skal fara fram fyri at røkka ynskta úrslitinum.

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni undrast tey yvir, at útróðrarmenn seta spurnartekin við ísing av fiski.

- Tað er sera týdningarmikið fyri dygdina á fiskinum, at hann verður væl niðurkøldur – helst niður á 0-4 hitastig – skjótast gjørligt, eftir at hann er veiddur. Um vinnan hevur aðra hugsan, ella um misskiljingar eru í sambandi við niðurkøling og ísing av fiski, vil eg fegin hjálpa til at koma hesum til lívs, sigur Arni Petersen, sum starvast á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Í aðrari grein verður víst til eina fráboðan, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent øllum landingarmiðstøðum viðvíkjandi fiski, sum ikki verður ístaður.