Tað eru góðar tvær vikur síðani, at Listasavnið í Reykjavík, Kjarvalsstaðir lat upp stóra framsýning við føroyskari nútíðarlist.
Sosialurin frættir, at framsýningin er sera væleydnað.
Millum luttakarar á framsýningini er ein av okkara kendu og virknu listamonnum, nevniliga Bárður Jákupsson.
Hóast hann hevur verið við til alskyns framsýningar bæði heima sum burturi, so heldur hann nakað serstakt verða við framsýningini í Reykjavík. Tað er ikki minst tann brennandi áhugi hjá íslendingum fyri Føroyum og føroyskari list, sum fær Bárð at vera so fegnan um tiltakið á Kjarvalssstøðum. Man kann ikki annað enn vera sera fegin um, at íslendingar hava viljað gjørt so nógv burtur úr føroyskari list. Havi hoyrt frá fleiri íslendingum, at hetta er besta framsýningin, sum hevur verið á Kjarvalstøðum í mong ár.
Tað eru ikki so langt síðani, at Bárður Jákupsson í Sosialinum helt fyri, hvussu góður ambassadørur okkara list er fyri land okkasra.
Og hann er ikki minni sannførdur um hetta, eftir at henda seinasta framsýningin er latin upp í Reykjavík. Bárður Jákupsson ivast onga løtu í, at slík framsýning so sanniliga hevur stóran týdning fyri andlit okkara úteftir. Bara tað fyrsta vikuskiftið vóru meira enn 1000 íslendingar á framsýningini, sum verður opin til út í desember mánað. Tá fer hon so til Akureyrar.
Útlendingar ovfarnir
-Tú mást ikki undirmeta týdningin av nettup eini slíkari listaframsýning, tí hon fær íslendingar at hugsa positivt um okkum. Tá man kemur til eitt annað land og sær, at tað er ein list á einum ávísum støði í tí landinum, so skapar tað virðing.
Bárður Jákupsson sigur víðari, at nógvir av teimum útlendingum, sum koma til Føroya og vitja niðan í Listaskálan, gerast heilt ovfarnir. -Teir halda, áðrenn teir koma higar, at hetta bert er ein lítil oyggjabólkum fyri norðan, ja sum at koma til eitt nú Svalbard. So síggja teir, at her býr eitt fólk, sum kann skapa list á høgum støði. Og tað skapar so aftur virðing fyri landi og fólki sum heild, og tað gevur so aftur okkum ein betri profil í útheiminum, um ein heldur tað hevur týdning.
Og tá prátið kemur inn á marknaðarføring og føroyskan útflutning ella fyri tað føroyska ferðavinnu, so ivast Bárður Jákupsson heldur onga løtu í, at virkin, mennandi og skapandi føroysk list eisini kann hava týdning fyri okkara vinnulív - og ikki bara fyri okkum sum mentað tjóð.
Listin og vinnulívið
Nú hoyra vit oftani, at eitt nú vinnulívið í Noregi brúkar listina og listafólk at profilera vinnnuna. Hvussu er stætt í so máta í Føroyum spurdu vit listamannin Bárð Jákupsson!
-Tað hava vit tíanverri ikki uppdagað í Føroyum enn. Vit vildu fegin ynskt, at vinnulívið var meira virkið, tá tað ræður um listina og listafólk.
Báður Jákupsson vónar, at hetta manglandi forstáilsi frá vinnulívinum fer at koma sohvørt. Hann heldur sjálvur, at vinnulív og listin hava brúk hvør fyri øðrum. -Tað ber í veruleikanum ikki til at skipa og fyrireika tiløk á listaøkinum, um ein ikki kann fáa eitt sindur av stuðuli frá vinnulívinum.
Hann vísir á, at var tað ikki fyri m.a. stuðulin frá eitt nú peningastovnum, so hevði myndlistin í Føroyum ikki havt tær umstøður, sum eru í dag. Almenni stuðulin hevur verið nógv minni. Annars er tað vanligt í okkara grannalondum, at vinnulívið stuðlar listini.
Oljan og listin
Báður Jákupsson sær t.d. einki skeivt í tí, at oljufeløgini, sum nú vilja fáa fótin fyri seg í Føroyum, eisini stuðla føroyskari mentan so sum myndlistini. Í Noregi eru oljufeløgini stórir mentanarstuðlar. Eitt nú eru fleiri av boripallunum í Norðsjónum at javnmeta við listasøvn.
Uppá fyrispurning um tað ikki kann vera eitt paradoks, tá t.d. listafólk, sum kanska sjálvi bera stóran ótta fyri eini komandi oljuvinnu og møguliga eisini ynskja hana, har piparið grør, samtíðis einki hava ímóti stuðuli frá somu vinnu sigur Bárður Jákupsson, at paradoksini eru so nógv í samfelagnum. Og hann heldur fram: -Tað var eisini tann tíð, tá privat sponsorering í heila takið var av tí illa, tí tá hevði man ikki tað frælsið, sum var neyðugt. Tá tú kemur til veruleikan, so er tað so, at mentanarlívið í flestu av londum í Europa verður stuðlað av vinnulívinum - so hví ikki eisini í Føroyum og hví ikki eisini av eini so múgvandi vinnu sum oljuvinnuni spyr Bárður Jákupsson, sum annars fegnast um, at tað longu eru oljufeløg, sum hava latið stuðul til eitt nú listafólk. Hetta kann so eisini samanberast við, at vinnulívið stuðlar fólkið, sum fara út at víðariútbúgva seg.
Bárður Jákupsson vísir í hesum sambandi á viðurskiftini í Íslandi. Har eru vinnulívsfyritøkur sponsorar til nærum allar framsýningar.
Hann heldur sjálvur, at um oljufeløgini vilja lata stuðul til nakað og vera sponsorar í Føroyum, so er tað eitt gott tiltak og endamál at vera við til at stuðla føroyskari myndlist og annars mentanartiltøkum sum heild.
Søkja legat í øðrum londum
-Føroysk listafólk søkja longu í dag eina rúgvu av legatum í øðrum londum. Hesi eru øll sett í verk av privata vinnulívinum. Tað eru oftani virkisleiðarar og fyritøkur, sum taka stig til slík legat. Tí haldi eg tað kann vera skilagott, um ein oljuvinna tekur seg upp her, at hon eisini vil sponsorera okkara heimligu list. Fer tú til USA so er alt mentanarlívið privat. Stuðulin frá tí almenna er nærum eingin. Og har síggja vit nógvar stórar og nýggjar mentanarborgir og søvn lata upp alla tíðina. Bárður Jákupsson sigur, at tað sær ikki út til, at nakað land við virðing fyri sær sjálvum heldur - tá tað ræðurum list - at ein kann vera stuðulin frá privata vinnulívinum fyriuttan.
-Og Føroyar hava sum øll onnur lond brúk fyri einum virðiligum andliti. Hetta hava við m.a. sæð í tí sannroynd, at nógvar av bókunum hjá William Heinesen er týddar til onnur mál. Tað hevur so gjørt, at nógv fólk, sum ikki vistu, at vit vóru til, hava fingið kunnleika til okkara samfelag - og soleiðis eigur tað eisini at vera við listini.