Stríðsval
? Lønin er ov lág og arbeiðstíðin ov long.
Verður Jana Højgaard Dalsgard nýggur formaður í Sjúkrasystrafelagnum á aðalfundinum 17, mars, eru hetta tvey viðurskifti, sum hon ætlar at bøta um.
Jana H. Dalsgaard hevur nevniliga bjóðað Joan Ziskason av, nú sjúkrasystrar aftur skulu velja formann.
Joan Ziskason hevur verið formaður í sjúkrasystrafelagnum í fimm ár nú. Fyrra valskeiðið var tvey ár, men síðani er tað broytt til trý ár.
Seinast, Joan Ziskason varð vald, hevði hon onki mótvalevni , men tað fær hon so hesuferð.
Jana H. Dalsgaard býr í Havn og er 45 ára gomul.
Hon hevur longu drúgvar royndir, bæði sum sjúkrasystir og fakfelagsfólk. Hon varð útbúgvin sjúkrasystir í 1981 og arbeiddi síðani á Landssjúkrahúsinum til 1997. Í 1997 og 1998 var hon í Danmark, har hon las løgfrøði, og tað helt hon fram við í sjálvlsestri til í 1999. Samstundis er hon sjúkrasystir í læknaviðtaluni hjá D.P.Højgaard, kommunulækna, har hon eisini arbeiðir í løtuni. Men hon hevur eisini vaktir á Landssjúkrahúsinum og í Heimarøktini.
Meðan hon var á Landssjúkrahúsinum frá var hon álitisfólk fyri sína deild í sjey ár. Í fimm ár var hon eisini felagsálitisfólk fyri alt landsjúkrahúsið.
? Størsta uppgávan hesi árini var var at arbeiða við við viðurskiftunum hjá sjúkrasystrunum, og royna at verja sjúkrarøktina, tá ið tær stóru stóru skerjingarnar vóru í kreppuárunum. Tá sat hon m.a í einum fýra-manna manna bólki, sum umboðaði alt Landssjúkrahúsið.
Á vári í 1996 varð hon vald í nevndina í Sjúkrasystrafelag Føroya, har hon sat til hon fór niður árið eftir
Hesa tíðina vann Sjúkrasystrafelagið ein stóran sigur í ósemjuni um nýggja leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum, tí úrslitið var, at ein røktarfakligur leiðari kom í ovastu leiðsluna.
Jana Dalsgaard var eisini við til at gera eitt uppskot fyri landsstýrið um nýggjan leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, saman við aðrari sjúkrasystir og tveimum læknum.
Størri vitan
Hon sigur, at sum samfelagbroytist, broytast eisini uppgávurnar hjá sjúkrasystrini.
? Í dag eru sjúklingarnir sjálvir førir fyri at søkja sær vitan á alnetinum um sjúkur, viðgerðarmøguleikar og røkt. Hetta setur stór krøv til sjúkrasystrina, tí tað krevur, at hon støðugt mennist fakliga og hevur eina dagførda vitan.
? Eisini er gongdin tann, at viðgerðir og røkt í nógv størri mun verða givin givin ambulant, tvs, at sjúklingurin er ikki innlagdur. Hetta setur so eisini onnur krøv til sjúkrasystrina, og tað krevur eisini, at heimarøktir verður útbygd.
? Vit noyðast eisini at brynja okkum til, at tað verða fleiri og fleiri eldri í samfelagnum.
? Tað, sum ger sjúkrasystrarnar betur førar fyri at taka ímóti teimum stóru avbjóðingunu, ið standa fyri framman, er størri vitan.
? Vit eiga fyrst og fremst sjálvar at søkja okkum vitan, tað verið seg við at lesa, vera á skeiðum og annars útbúgva okkum alla tíðina.
? Sjúkrasystrafelagið eigur avgjørt at vera við til at geva sjúkrasystrum størri vitan, eisini fakliga. Tað kann gerast við at vit oftari skipa fyri limafundum, evnisdøgum, og skeiðum.Vit eiga at stuðla sjúkrasystrum at útbúgva seg víðari. Stuðulin, hon hugsar um, er ikki fíggjarligur, men moralskur. Felagið kann eisini hjálpa til at útvega upplýsingar, o.s.fr.
Hægri løn og styttri arbeiðstíð
Jana Dalsgaard sigur, at hon hevur gjørt av at stilla upp, tí hon hevur stóran áhuga fyri viðurskiftunum hjá sjúkrasystrunum og fyri fakfelagsarbeiði.
?At vera formaður í Sjúkrasystrafelagnum er strævið. Og tá ið sami formaður hevur lagt rygg til í fimm ár, haldi eg, at onnur eiga at vísa áhuga og at bjóða seg fram. Og at stilla upp til formansval og nevndarval er ein máti at vísa áhuga fyri felagsarbeiðnum, sigur hon.
Og tá ið hon bjóðar seg fram, er tað tí, at hon heldur, at hon kann verða við til at bøta um korini hjá sjúkrasystrum í Føroyum, og at menna heilsu- og sjúkrarøktina.
Eitt nú hugsar hon um arbeiðsumhvørvið, um fakliga og persónliga menning og um lønar-, setanar-, og fyriskipanaráhugamál. Men hon hugsar eisini um at savna sjúkrasystrarnar í Føroyum, um at fremja gott samanhald felagsliga og fakliga, um at stuðla teimum lesandi og um at stuðla teimum eldru.
Eitt nú heldur Jana Dalsgaard, at lønin hjá sjúkrasystrum als ikki samsvarar við arbeiðsuppgávurnar og stóru ábyrgdina.
? Grundlønin er ov lág og alt eykaarbeiði, eitt nú arbeiði um kvøldið, um næturnar og halgidagar, eigur at geva meiri. Ein máti at lætta um hjá eldri sjúkrasystrum, er at stytt arbeiðstíðina hjá teimum við somu løn. Eg haldur eisini, at arbeiðstíðin eigur at vera 37 tímar un vikuna.
Annars hevur Jana Dalsgaard eitt valupplegg í ?Vøku? sum er fakblaðið hjá sjúkrasystrunum.