Stórar sparingar í vælferðini

Bretar eiga at fyrireika seg til stórar sparingar tey næstu árini Tað segði fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, í dag, tá hann kunnaði landsfundin hjá tí konservativa flokkinum um fíggjarlógaruppskotið fyri 2013.

Eitt nú skýtur stjórnin upp at spara 10 milliardir pund á vælferðarøkjunum í 2016 og 2017, og tann sparingin kemur oman á tær 18 milliardir pundini, sum politikararnir fyrr hava samtykt at spara innan árslok í 2015.

Tað rekur hart á kíkin hjá teimum konservativu í løtuni. Ein meiningakanning, sum Sunday Times prentaði í gjár, vísti, at hevði parmalentsval verið nú, høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir fingi 39 prosent av atkvøðunum. Arbeiðaraflokkurin hevði harafturímóti fingið 45 prosent.