Stórar ætlanir um jóansøkufestival og fløgu

Tað er fallið suðuroyingum fyri bróstið, at sandoyingar ætla at halda ein tónleikafestival sama vikuskifti, sum jóansøka verður hildin í Suðuroynni. Hetta verður í Suðuroynni mett at verða heldur frekt og lítið sømuligt, og tí verður nú arbeitt við einum mótspæli, nevniliga einum jóansøkufstivali við góðum nøvnum á skránni. Eisini borgarstjórin á Tvøroyri metir tað vera óheppið, at sandoyingar leggja festival meðan jóansøka er

At sandoyingar hava meldað út, at á jóansøku verður tónleikafestivalur á Sandi, er rættiliga fallið suðuroyingum fyri bróstið.
                      Jóansøkan er á Tvøroyri í ár og ikki gekk long tíð, innan ein áhugabólkur fór í gongd við at fyrireika eitt aftursvar til sandoyingar.
                      Ein fyrireikingarbólkur er farin í gongd við at fyrireika ein jóansøkufestival, nú jóansøkan fyllir 80 ár.
                      Í fyrireikingarbólkinum eru kendar tónleikakreftir á Tvøroyri, sum t.d. Tróndur Enni, Poul Arni Holm og Fróði Vestergaard. Men longu nú er eydnast at fáa vágbingar uppí eisini, so tiltakið gerst afturvendandi á hvørjum árið, bæði á Tvøroyri og í Vági.
 
Frekt
Í fyrireikingarbólkinum verður mett, at tað er heldur frekt og ikki lítið virðiligt at leggja ein ferstival á Sandi sama vikuskiftið, sum onnur stevna er í sunnara enda av landinum, nevniliga 80 ára gamla jóansøkan. Fyrireikararnir siga, at vanligt hevur ikki verið at leggja slík stór tiltøk somu tíð, sum aðrar stevnur og gamlir siðir eiga sítt náttúrliga pláss.
                      Og tí er bólkurin farin til verka, hóast stutt skotbrá. Og fyrireikingarbólkurin til jóansøkufestivalin hevur ætlanir um at fáa stór nøvn á pallin. Fleiri av stóru føroysku nøvnunum koma ætlandi á lýsingarlepan, samstundis sum samband hevur verið við útlendsk nøvn, harav okkurt vísir seg væntandi at fara at bera til at fáa hendavegin.
                     
Sera óheppið
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, heldur eisini lítið um, at sandoyingar ætla at skipa fyri festivali, meðan jóansøka er í Suðuroynni.
- Tað er sera óheppið, at sandoyingar skipa fyri festivali, meðan jóansøkan er. Eisini tá hugsað verður um alt tað samstarv, sum annars hevur verið millum Sandoynna og Suðuroynna. Jóansøkan er eisini einasti inntøkumøguleiki hjá fleiri feløgum og er eitt tiltak, sum skal vera landsdekkandi, hvat Suðuroynni viðvíkir. Og hví skal festivalur nú verða á hvørjum tanga, so at onki verður í part til nakran?, spyr borgarstjórin á Tvøroyri, sum er sera harmur um støðuna.
                      Og býráðið á Tvøroyri harmast um støðuna og skal á býráðsfundi í næstum tosa um støðuna og um møguligan stuðul til ein jóansøkufestival í Suðuroynni.
 
Jóansøkufløga
Jóansøkan fyllir 80 ár í ár og er á Tvøroyri í ár. Tí arbeiða tvøramenn við eini jóansøkufløgu, har teir mongu kendu songfuglarnir á Tvøroyri taka lut.
                      Nøvn sum Guðrun Sólja Jacobsen, Tróndur og Brandur Enni, Poul Arni Holm og Jonhild A. Nielsen eru við á fløguni. Upptøkurnar eru byrjaðar og fara fram í Skýrák í Havn.
                      Og í samband við fløgu og festival, so verður ein útgávukonsert ætlandi partur av jóansøkufestivalinum, har tey luttakandi fara á pallin, samstundis sum fløgan verður løgd fram.
                      Líkt er til, at suðuroyingar eru til reiðar at taka dystin upp og ætla ikki at loyva sandoyingum at taka jóansøkuna uttan stríð.