Stóratjørn skal fáa føroyingar at koma heimaftur

Fyrrapartin varð nýggja byggiætlanin hjá Jákupi á Dul Jacobsen avdúkað. Ætlanin er at byggja hotell, íbúðarblokkar og alskyns ítróttarøki í Hoyvíkshaganum.
- Talan er ikki um kapping millum Havnina, Runavík og Klaksvík, men heldur millum Føroyar, Ísland og Noreg, sigur Jákup á Dul Jacobsen

NÝMÓTANS NIÐUSETUBYGD
 
 
 
Eindømi í føroyskari byggisøgu. Stutt og greitt.
Tað var ein av orðingunum sum stóð í tíðindaskrivinum, ið tey sum vóru komin niðan á Hotel Føroyar í Havn fingu stungið í hondina, meðan tey bíðaðu eftir, at ígongdsetarin Jákup á Dul Jacobsen byrjaði at greiða frá sínum ætlanum í Hoyvíkshaganum. Og tað eru ikki hissini hugskot, hann hevur fingið Tórshavnar býráð at játta byggilendi til.
Tilsamans hevur P/f Jákup á Dul søkt um eitt øki, ið tilsamans er 300.000 fermetrar til víddar, og tað skal eita Stóratjørn. Økið liggur beint við ta nýggju innkoyringina til Havnina, miðskeiðis millum býarpartarnar Inni á Gøtu og Hoyvíkshagan Suður.
Lyklaorðini eru handil, vinna og framtíð. Byrjað varð við at vísa ein film um sjálva verkætlanina Stóratjørn, har vit fylgdu tí sama snøgga parinum ganga gjøgnum alt økið, har tey royndu baðilandið, fótbólthøllina, skoytuhøllina, heilsumiðstøðina, hotellið, ráðstevnu- og skrivstovuhølini, íbúðina og ikki minst golfvøllin.
Jákup á Dul Jacobsen legði fyri við at siga, at hann metti hetta vera neyðugt fyri Føroyar, tí um vit ynskja at bjóða fólki somu lívsgóðsku sum í øðrum londum, so skal familjan hava góðar umstøður at hugna sær saman eftir arbeiðstíð. Familjan var nevniliga eitt hugtak, ið gekk nógv aftur í framløguni hjá Jákupi á Dul Jacobsen, sum legði dent á, at talan ikki er um eina kapping millum Klaksvík, Runavík og Havnina, men heldur millum Føroyar, Ísland, Noreg og Ongland.
Jákup á Dul Jacobsen vísti nevniliga á, at mett verður at eini 20.000 føroyingar arbeiða uttanlands. Hetta eru fólk, sum Føroyar hava uppfostrað, men sum nú vinna pening til onnur lond. Hetta segði hann seg vilja broyta, og nevndi Ísland sum dømi, har fíggjarvinnan hevur avloyst fiskivinnuna sum størsta vinna. Her er talan um ein bransju, har tað kann gera tað sama, hvar ein er, bara teldusambandið er gott. Ætlanin er sostatt sambært Jákup á Dul Jacobsen at fáa bæði vinnulívið og familjuna at blóma.
Ella sum hann sjálvur segði:
- Fólk, ið eru í form, geva størri avkast.
 
Nýggjar ítróttargreinir
 
Stórur dentur er nevniliga lagdur á góðar umstøður og hentleikar til ítróttin. Jákup á Dul Jacobsen nevndi, at gamli svimjihylurin í Gundadali var opin í 23 ár, eins 23 ár eru liðin, síðani nuverandi svimjihøll við 25 metrar longum hyli læt upp. Tí helt hann tíðina vera komna at fáa ein 50 metrar langan svimjihyl, tí tann longdin er kravd í altjóða kappingum.
Harafturat eru bæði baðiland og skoytuhøll við í ætlanini. Viðmerkjast kann, at í nýggja álitinum, sum er handað Tórshavnar býráð um børn og ung, eru hesi viðmæld.
Umframt FIFA-góðkenda fótbóltshøll við plássi til 3000 áskoðarar, verður eisini golfvøllur við 9 holum, sum Jákup á Dul Jacobsen metti vera neyðugt fyri ferðavinnuna í Føroyum.
- Í Íslandi eru 60 golfvallir, og golf er næststørsta ítróttargrein í Íslandi, segði hann.
 
Væl fyrireikað framløga
 
Selmar Nielsen, arkitektur, hevur saman við Arkís í Íslandi teknað verkætlanina.
Hann helt tað vera nátúrligt at velja Hoyvíkshagan til eina slíka byggiætlan, tí lendið er slætt og ein tjørn liggur í økinum. Upprunaliga varð ætlanin at leita eftir einum øki á Hálsi til handilsbygning, men tá tankarnir sveimaðu víðari enn til bert at snúgva seg um handilsdepil, byrjaði núverandi ætlan at taka skap.
 
Sjálv framløgan var væl fyrireikað og tóktist professionell. Ein av størru samskiftis- og lýsingarfyritøkunum í Havn hevði verið við til at fyrireika uppleggið, og nógv varð gjørt burturúr, at eingin ivi skuldi vera um trúvirðið hjá stigtkarunum. Við myndum á stórskíggja varð søgan hjá Jákupi á Dul Jacobsen sum vinnulívsmaður sýnd. Líka frá 1986, tá Skemman læt upp á Hálsi fyrstu ferð, til í dag, nú hann er umboðaður við 26 handlum og íløgum í Íslandi, Kanada, Kina, USA, Bulgaria og teimum baltisku londunum. Eisini varð nevnt, at tað helst bara er ein spurningur um tíð, til hann hevur bygt bæði hægsta og longsta hús í Íslandi.
Jákup á Dul Jacobsen segði m.a. at tey høvdu sagt nei til at bygt eitt ítróttarøki í Litava, hóast hann er væl umboðaður í landinum. Boðskapurin var sum nevnt, at hann metti at Føroyar hevði brúk fyri einum slíkum øki, um føroyingar skulu støðast í Føroyum, nú fráflytingin er størri enn tilflytingin. Hann segði seg tó ikki hava kalkulerað við einum møguligum fólkavøkstri í Føroyum.
Spurdur, um hann sjálvur ætlar at flyta heimaftur, um Stóratjørn verður veruleiki, dugdi Jákup á Dul Jacobsen ikki rættiliga at svara uppá, men eina hædd í einum íbúðarblokki, væntaði hann tó, at hann fór at útvega sær.
­- Pengar fara hagar, sum teir fáa tað best, segði hann og sipaði til skattaviðurskifti og ferðamøguleikar til og úr Føroyum.
 
Kommunan fulla ávirkan
 
- Vit hava hugsað bæði við hjartanum og heilanum, segði Jákup á Dul Jacobsen, sum vildi vera við, at nøkur beinleiðis forrætning er Stóratjørn ikki, hóast verkætlanin væntandi fer at kosta millum 1,2 og 1,5 milliardir danskar krónur, sum P/f Jákup á Dul útvegar fígging til.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jógvan Arge, varaborgarstjóri, førdu orðið fyri býráðið, og kallaðu hetta mest áhugaverda uppskot, Tórshavnar kommuna hevur havt til viðgerðar, og søgdu seg hava fulla ávirkan á ætlanina. Eisini tá orð sum sundsdepil og annað varð nevnt av pressuni, sum var fjølmentari enn vanligt er á øðrum tíðindafundum.
Býráðslimirnir væntaðu ikki, at Stóratjørn fer at ávirka núverandi útstykkingarætlanir hjá kommununi, hóast eini 1400 umsóknir eru á bíðilista. Varaborgarstjóran tók so dýran til, at sum er, klárar kommunan ikki at hava yvirlit yvir allan eftirspurningin. Heðin Mortensen lovaði tó, at øll kravd umhvørvisatlit vóru tikin.
Spurdur, hvør fer at eiga Stórutjørn, segði Jákup á Dul Jacobsen, at teir vóru opnir fyri øllum, men hann væntaði ikki, at ein elita fer at búgva í íbúðnum har. Umframt familjur og ungfólk nevndi hann eisini eldri fólk sum møguligar íbúgvar í íbúðnum.
Heldur ikki er endaliga greitt, hvør kemur at umsita svimjihøllina, men í  Íslandi er tó vanligt, at kommunur leiga sær tímar í privatum svimjijhøllum, og varð hetta nevnt sum ein møguleiki.