Stórdansur á Hálsi

Leygarkvøldið hin 28. januar skipar Stuðulsfelagið Knørrur fyri stórum dansitiltaki í Ítróttarhøllini á Nabb, har tríggir bólkar, sum eru kendir fyri góðan dansitónleik, fara at spæla.

Bólkarnir, sum hetta kvøldið skulu "hála" fólk í Ítróttarhøllina á Nabb og sum síðan skulu syrgja fyri, at øll fáa eitt gott og hugnaligt kvøld, eru Julianneboys, X-Rays og Anfinn & Co.

Stuðulsfelagið Knørrur sigur, at bólkarnir fara at spæla í umleið tvær ferðir trý korter hvør.

- Vit vænta nógv fólk í Ítróttarhøllina á Nabb hetta kvøldið. Áður hava vit havt kend útlendsk nøvn á vitjan, men tað vísir seg, at tað ofta eru teir føroysku bólkarnir, sum eru teir berandi fyri tiltakið, sigur Stuðulsfelagið Knørrur.