Stórdansur við Halli og Nicolinu

Føroyskir klassikarar og country dansur eru á skránni, tá Nicolina av Kamarinum og Hallur Joensen vitja í Klaksvík, Giljanesi og Havn Sigast má, at eitt slag av tónleikasøgu verður skrivað, tá tvey av fremstu umboðunum innan føroyskan country tónleik, á fyrsta sinni nakrantíð trína á pall saman og bjóða til stórdans kring landið. Við sær hava tey ein bólk, mannað við fleiri av teimum fremstu tónleikarunum í Føroyum.

 

Fyrsti stórdansurin hjá Nicolinu og Halli byrjar í Klaksvík 30. oktober ? hetta verður í Ítróttarhøllini. Tann 6. november gongur leiðin til Ítróttarhøllina á Giljanesi. Og ferðin kring landið, endar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 20. november.

 

Hallur Joensen og Nicolina av Kamarinum eru tvær serliga bjartar stjørnur í føroyskum tónleikahøpi. Bæði hava ríkað útvarpsbylgjurnar og dansigólvini við klassikarum, so sum ?Mær leingist?, ?Kyss ein eingil?, ?Teir sigla um havið so víða?, ?Smíl? og eini rúgvu av fólkakærum sangum.

 

Flest country-áhugað eru samd um, at Hallur er tann nýggi country kongurin í Føroyum. Og fáur ivast í, at Nicolina av Kamarinum hevur skrivað nakrar av størstu country perlunum, sum vit eiga.

 

Til ber at ogna sær atgongumerkir í forsølu á Effo støðunum kring landið.