Stórfeløg eftir Schmeichel

Sonurin hjá fyrrverandi danska landsliðsmálverjanum, Peter Schmeichel, er blivin eitt heitt navn fyri stórfeløg í Evropa.

Kasper Schmeichel er knýttur at Manchester City, men í løtuni er hann leigaður út til Falkirk í bestu skotsku deildini. Tað hevur gingið so væl hjá Schmeichel í Falkirk, at fleiri stórfeløg hava fingið eyguni upp fyri unga málmanninum. Serliga skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, tykist hava stóran áhuga fyri unga dananum. Teirra málmaður, Stefan Klos, er komin væl upp í aldurin, og tí leitar Rangers eftir einum málmanni, sum kann taka yvir eftir Klos, og her stendir Schmeichel ovarlaga á listanum.