Stórfingið skemt í Hoyvíkshøllini

Í annaðkvøld - leygarkvøldið 21. oktober - fer danski skemtarin, Andreas Bo á pallin í Hoyvíkshøllini.

- Andreas Bo gjørdist kendur í 2010 í sendingini Live fra Bremen á TV2, har hann hermdi eftir Kim Larsen og Thomas Blachmann og øðrum. Árini frammanundan var hann við í fleiri í skemtileikum í stóru donsku leikhúsunum. Andreas Bo varð í 2011 kosin Ársins sjónvarpssjónleikari og Ársins skemtari av TV Zulu.

 

Tað siga tey í bituff, sum skipa fyri stórfingnum skemti í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld, har - umframt Andreas Bo - eisini Hilmar Jan Hansen og John Andersen eru við.

 

Lagt verður aftrat, at framførslurnar eru ein góð blanding av herming, skemti, tónleiki, sangi og tí óvæntaða, sum Andreas Bo kann finna uppá.

 

- Vit er spent eftir at síggja og hoyra, hvat Andreas Bo fer at bjóða føroysku áhoyrarunum. Í síni framførslu fer hann væntandi at hava brot út FIFTI-FiFTI sýningini við, umframt annað tilfar og møguliga okkurt við íblástri úr Føroyum.

 

Sagt verður um Andreas Bo, at hann altíð hevur sera gott samband við áhoyrararnar, og tað gongur mangan við rúkandi ferð. Tað verður í øllum førum skemt á hægsta stigi í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld, tí tað verður so sanniliga eisini spennandi at síggja og hoyra okkara egnu, Hilmar Jan Hansen og John Andersen, á palli.