Stórhending: Eitt samdøgur við ongum harðskapi

Fyri fyrstu ferð í mong ár hevur løgreglan í New York havt eitt samdøgur uttan eina einastu fráboðan um grovan harðskap. Tað var mánadagin, og ein talsmaður hjá løgregluni sigur við BBC, at hetta er ikki hent fyrr, so langt nakar kann minnast.

BBC skrivar, at tað hava verið 23 færri dráp í New York í ár enn í fjør.

Higartil í ár hevur løgreglan skrásett 366 dráp, og hóast tað er meiri enn eitt um dagin, er talið tað minsta tey seinastu 50 árini. Til samanberingar verður nevnt, at í fjør vórðu 472 fólk myrd í New York.

Serfrøðingar siga, at drápstalið í New York er lítið, tá hugsað verður um, at har búgva átta milliónir fólk. Í Chicago, har 2,7 milliónir fólk búgva, hevur løgreglan skrásett 462 dráp higartil í ár, og í Philadelphia, har

1,7 millión fólk búgva, hava 301 dráp verið í ár.

Hóast tað eru frærri dráp í New York, er kriminaliteturin í býnum vaksin trý prosent. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá, at lummatjóvarnir hava gjørt meiri um seg í ár enn fyrr, sigur BBC.