Hósdagin 22. november 1984 skrivar Sosialurin um føroyingar, sum luttóku á eini talvolympiadu í Grikkalndi.
Blaðið skrivar at tvørámaðurin John Rødgaard leikti í fyrsta dystinum móti fyrrverandi heimsmeistaranum Boris Spasski. Spasski leikti tá fyri Frakland, hagar hann var fluttur. Fyrr var hann á liðinum hjá Sovjetsamveldinum.
Ikki bert John Rødgaard skrivaði talvsøgu í hesum fyrsta dystinum. Føroyar fingu eisini ein annan javnleik móti Fraklandi. Tað var Jens Kristian Hansen av Toftum, ið leikti javnleik imóti einum av fronsku telvarunum. Sostatt fingu Føroyar eitt stig, og Frakland fekk trý stig í hesum fyrsta dystinum.
Føroyingarnir vórðu ikki sørt fegnir um góða úrslitið móti Fraklandi, sum er ein av heimsins fremstu talvtjóðum. Hinir føroyingarnir á liðnum í á talvolympiaduni vóru Luitjen Apol, Jákup Thomsen og Torkil Nielsen
Kelda: Sosialurin 22. november 1984