Stýri aftur í Sjálvstýri

Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins

Føroyska framburðsrørslan hevur alt ov leingi latið afturhaldið lýst kjakið sum val í millum ‘det bestående’ og so loysing. Vit mugu seta dagskránna aftur: framburð!
Sjálvstýrisflokkurin er framhald av Føroya Framburðsfelag ið stovnað var í 1903. Hetta felag stillaði upp til løgtingsvalið 1905 og fekk góða undirtøku. Felagið hevði á dagsskrá skúlaskap, nýggjar vinnur, javnstøðu, mál og mentan og annað á framburðsleið.
Um hetta mundið eydnaðist tingmonnum føroyinga í Danmark, teir vóru Christian Bærentsen á landstingi og Jóannes Patursson á fólkatingi, at fáa í lag avgjald á stórhval veiddan undir Føroyum. Tað málið kann sammetast við bæði yvirtøku av undirgrundini og ikki minst ætlan okkara um at flyta skattabyrðuna yvir á tilfeingi. Eins og stórhval kundu vit lagt gjald á makrel og harvið bæði fingið pengar í kassan og tryggja okkum, at tey vinnuliga skilabestu sleppa framat; búskapur veksur, lønir vaksa, undirskot minka.
Ísland fekk í sama tíðarskeiði heimastjórn – og føroyingum stóð í boði í 1906 at fáa størri heimildir at stýra landinum. Men tíverri kom val í ótíð hetta árið, har pressan eins og nú ávaraði ímóti separatistum og óðum verkum; eftir ólvassøku 1906 boðaðu so 13 tingmenn, at teir nú sótu saman í flokki undir heitinum ‘Sambandsmenn.’
Framburðsrørslan varðveitti lokalt navnið ‘Framburðsfelag’, men lat tíverri afturhaldið definerað okkum sum ‘Sjálvstýrismenn’ - Sjálvstýri v. Samband gjørdis kjakhøpið í Føroyum næstu øldina, heldur enn: ‘hvussu fáa vit framburð?’
Nú er tímin komin aftur at taka framburðin fram í ljósið. Skúlaskapur, nýggj vinna, javnstøða, mál og mentan, eins og nýskipan av verandi fyrisiting og hevdvunnari vinnu eru framvegis líka neyðug (og líka forsømd). Vit mugu tosa um framburð aftur.
Kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið
Nú er so vanligt at skifta samleika. Kanska kundi Sjálvstýrisflokkurin fingið nýtt búmerki og itið Stýra ella Framá. Men slíkt krevur helst drúgvari viðgerð. Sum floksformaður vil eg tó uppundir brátt komandi valið lova hereftir at leggja dent á at fáa ‘Stýri’ aftur í Sjálvstýri.
Vit mugu leggja dent á, at vit vilja stýra landinum. At vit vilja umraðfesta, at vit duga at skipa stovnar betur, antin teir so svimja ella fyrisita, at vit tora at leggja rímiligar byrðar á, at vit megna at taka av aftur skipanir ið eru farnar av tíð.
Hetta má síggjast í verki meir enn í orðum. Eins og hvalagjaldið má tilfeingisgjald koma í okkara tíð. Men samstundis má lønarskatturin minka, so hugurin at virka veksur, færri flyta av landinum og lønin hjá teimum lágløntu munar meiri.
Lestrarpláss mugu skapast av mongum slagi, yrkisútbúgving, eftirútbúgving, hægri útbúgving eisini fyri tey tilkomnu og tey ið bert kunnu lesa parttíð.
Men hvat so við yvirtøkum og hvussu við fullveldi? Hesi mugu bert nýtast sum miðlar. So hvørt vit stýra landinum meira, so hvørt síggja vit fleiri málsøki ið vit mugu taka á okkum, so hvørt ráðini batna og førleikar mennast, kunnu vit seta okkum størri mál og taka longri stig.