Stóri finaludagurin verður um vikuskiftið

Stóri steypafinaludagurin í fótbólti verður um vikuskiftið spældur

Um vikuskiftið verður stóri steypafinaludagurin í fótbólti spældur.

 

Tá vera tær flestu finalurnar í teimum ymisku steypakappingunum spældar. Einastu finalur sum ikki verða um vikuskiftið, eru steypafinalurnar hjá U-16 kvinnum og hjá 1.deild hjá kvinnum, sum báðar eru fluttar eina viku, av tí at kvinnurnar hjá KÍ í løtuni luttaka í Champions League kapping á Kýpros.

 

Fríggjakvøldið verður fyrsta finalan spæld, tá U-18 liðini hjá NSÍ og HB hittast í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið. Hetta er somuleiðis eisini tey bæðu fremstu liðini í endaspælinum um FM í U-18 deildini, og eisini somu lið sum í fjør hittust í U-18 finaluni í eini finalu sum HB vann 3-2.

 

Tíðliga leygarmorgunin byrja so restina av finalunum.

 

Klokkan 10:00 leygarmorgunin møtast U-14 dreingirnir hjá B71 og HB í finaluni um Cadbury Steypið.

 

Klokkan 12:15 spæla U-14 genturnar hjá EB/Streymi og B36 um Eilif Arge steypið, meðan seinasta ungdómsfinalan verður spæld klokkan 14:30 leygardagin. Í seinastu finaluni hittast U-16 liðini hjá HB og NSÍ.

 

Seinasta finalan sum verður leikt leygardagin verður sum kunnugt millum tey bæði ovastu liðini í Effo-deildini, KÍ og Víking, sum møtast klokkan 18:00. Og longu eru omanfyri 3000 atgongumerkir seld ta finaluna.

 

Allar finalurnar vera leiktar á Tórsvølli, har in.fo fer at dekka frá øllum dystunum.

 

 

Yvirlit yvir allar steypafinalurnar sum vera leiktar, sambært FSF.fo sæst niðanfyri her:

 

Fríggjadagin 26. august

Dystur

Klokkan

Th. Dam Intersport Steypið / Dr. U18

NSÍ - HB

19:00

 

 

 

Leygardagin 27. august

Dystur

Klokkan

Cadbury Steypið / Dreingir U14

B71 - HB

10:00

Eilif Arge Steypið / Gentur U14

EB/Streymur - B36

12:15

Blaðberasteypið / Dreingir U16

HB - NSÍ

14:30

Løgmanssteypið

KÍ - Víkingur

18:00

 

 

 

Fríggjadagin 2. september

Dystur

Klokkan

Mótasteypið / Gentur U17

KÍ - B36

19:00

 

 

 

Leygardagin 3. september

Dystur

Klokkan

Finalan hjá kvinnum

HB - KÍ

18:00