FJØLMIÐLAR
Herfyri varð nýtt stýri sett fyri Kringvarpið. Hóast fleiri politikarar søgdu seg fegnast um, at nú blivu skottini millum politisku vøldini og Kringvarpið enn meira tett, enn tey vóru frammanundan, varð ivi skjótt sáddur um gegnið hjá fleiri av stýrislimunum.
Ætlanin var, at fyrsti fundurin hjá stýrinum skuldi vera í dag, men hann er útsettur til týsdagin 23. januar.
Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sigur við Sosialin, at orsøkin til, at fundurin er útsettur, er, at at fólk skulu á annan fund og til jarðarferð, og tí hevur hetta einki við spurningarnar um gegni at gera.
- Vit meta fólkini sum gegnig, sigur Jóannes Dalsgaard.
Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, er settur at gera eina kanning av gegninum hjá stýrislimunum.