Stýrið fyri Nordisk Journalistcenter (NJC) í Århus hevði mist alt álit á stjóran, og Norðurlendska Ráðharraráðið helt, at tað bar ikki til at endurvinna álitið á Birgir Kruse sum leiðara fyri stovnin.
Tí gjørdist niðurstøðan av einari fimm mánaðar langari hoyringsrundu, at stjórin fyri NJC skuldi sigast úr starvi.
Hetta fekk Birgir Kruse at vita í einum ætlanarskrivi í síðsta mánaði, sum nú er sett í verk.
? Norðurlendska Ráðharraráðið metir, at tað ber ikki til at endurskapa tað álit á teg sum leiðara fyri NJC, sum er neyðugt fyri at samstarvið millum teg og stýrið kemur at virka nóg væl, stóð at lesa í ætlanarskrivinum til uppsagda stjóran á NJC.
Vrakaðu uppskot um mekling
Birgir Kruse og advokatur hansara, Majken Johansen, royndu fleiri ferðir at fáa semingsfundir í lag við stýrið fyri NJC, men tey áhaldandi tilboðini vóru øll vrakað.
Stýrið fyri NJC vildi ikki hoyra talan um at mekla, tí stýrið hevði gjørt greitt, at tað hevði mist alt álit á stjóranum, og varð stjórin ikki sagdur úr starvinum, fór stýrið frá.
? Norðurlendska Ráðharraráðið hevur noterað sær, at tú saman við advokati tínum fleiri ferðir hevur mælt stýrinum til, at manglandi álitið á teg kundi loysast við mekling, og Ráðharraráðið hevur eisini undir hoyringsrunduni mælt til, at mekling varð roynd.
? Men Ráðharraráðið er samt við stýrinum í, at mekling ikki hevði kunnað loyst trupulleikarnar við tí manglandi álitinum á teg sum leiðara av Nordisk Journalistcenter, stendur at lesa í ætlanarskrivinum frá Ráðharraráðnum.
Eingin vegur aftur
Bæði stýrið fyri NJC og Norðurlendska Ráðharraráðið komu til ta niðurstøðu, at upplýsingarnar um leiðsluna hjá Birgir Kruse av NJC vóru ov tyngjandi til, at semingsfundir kundu loysa málið.
? Vit gjørdu beinanvegin greitt, at vit høvdu mist álitið á stjóranum, tá ið Ríkisgrannskoðanin kom við sínari fyrstu frágreiðing. Síðani er ein frágreiðing gjørd afturat, sum styrkir okkum í okkara niðurstøðu, sigur Lars Helge Rasch, sum stýrisformaður fyri NJC.
Tí varð eingin vegur aftur, og Birgir Kruse mátti sigast úr starvinum sum leiðari fyri NJC.
Birgir Kruse hevur seks mánaðar uppsagnartíð, og hóast hann ikki hevur verið til arbeiðis á NJC í tíðini, meðan hoyringsrundan fór fram, fekk hann løn sum vanligt.
Birgir Kruse vil framvegis ikki gera viðmerkingar til málið.
? Eg havi enn tagnarskyldu og fái tí ikki gjørt viðmerkingar, sigur Birgir Kruse við Sosialin.