Størri enn nakrantíð áður

Luttakaratalið til Tórshavn Maraton hevur longu sett met, nú hálvur annar mánaði er til startskotið ljóðar, so talan verður um higartil størsta luttakaratalið, síðani tað byrjaði í 2002. Higartil hava 201 rennarar úr 16 londum meldað til teinarnar maraton, hálvmaraton og gangihálvmaraton.

Til heila maratonteinin á 42,195 km eru longu 109 rennarar tilmeldaðir harav heili 95 útlendingar. Havandi í huga, at flestu føroyingar plaga at melda seint til, vita vit longu nú, at metið, sum er 99 maratonrennarar, verður sligið so dyggiliga.

At renna maraton er ein stórfingin uppliving, sum fleiri og fleiri fólk ynskja at geva sær sjálvum. At renna maraton í einum so serstøkum umhvørvi sum tí føroyska er ein heilt serlig uppliving. 

Áhugin fyri Tórshavn Maraton millum útlendskar rennar er støðugt vaksandi og í ár koma rennarar úr 16 ymiskum londum: Danmark, Englandi, Fraklandi, Íslandi, Írlandi, Italia, Hollandi, Norra, Portugal, Ruslandi, Skotlandi, Svøríki, Sveis, Týsklandi, USA og Kina.

 

Tað er ítróttafelagið Bragdið, ið skipar fyri Tórshavn Maraton í tøttum samstarvið við Tórshavnar Kommunu. Tórshavn Maraton verður marknaðarført uttanlands í samstarvi við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.