Talan gjørdist um eina vældeydnaða útferð hjá AB, sum í gjár vann 5-1 á útivølli móti Skive. Hálvleiksstøðan var 1-0 til AB. David Boysen var tann stóra hetjan hjá AB í dag, hann skeyt hattrick í dag. Hini málini hjá AB skutu Klaus Lykke og Simon Bræmer. Christian Høgni Jacobsen, sum er sáttmálabundin við AB, var ikki á vøllinum í dystinum.