Sambært føroysku sendistovuni í Brússel hevur Transmusicales festivalurin havt við sær góð úrslit, tá ið talan er um at geva umheiminum eina jaliga ímynd av Føroyum og føroyskari mentan. Jaliga brandingin sæst í víðfevndu umrøðuni, sum Føroyar hava fingið seinastu dagarnar í stórum miðlum uttanlands.
Christian Hald Buhl, verkætlanarleiðari á sendistovuni í Brússel, sigur í samrøðu við Sosialin, at tað við stórari vissu kann sigast, at meiri enn 20 milliónir fólk seinastu dagarnar hava lisið, hoyrt og sæð okkurt um føroyska mentan og Føroyar sum heild í sambandi við Transmusicales. Hann leggur aftrat, at hetta talið komandi vikurnar fer at vaksa munandi, tí enn verður bíðað eftir meiri djúptøknum blaðgreinum og filmum, sum stórir miðlar arbeiða við.
Stór fjølmiðlaumrøða
Spurdur hvønn týdning henda umtalan hevur, svarar Christian, at brandingvirðið fyri Føroyar er stórt, og at tað nú ræður um at menna tilgongdina, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur stungið út í kortið. Og ikki minst ræður tað í komandi tíðum um at halda kósina, soleiðis at fleiri føroyskir tónleikarar og onnur listafólk kunnu fáa fótafesti á stóru marknaðunum og við hesum øktar vinnuligar inntøkur.
Tónleikavinnan á evropiska meginlandinum hevur nú lagt til merkis, at sera dygdargóð mentunarframleiðsla liggur duld í fjarskotna oyggjalandinum. Jaliga umrøðan kann møguliga eisini virka sum mótvekt til neiligu brandingina, sum hevur gjørt seg galdandi í sambandi við internet-kampanjuna móti grindadrápi, sum hevur herjað seinastu tíðina.
Fyri føroysku tónleikabólkarnar Budam og ORKA hevur tað longu fingið stóran týdning. Bólkarnir hava fingið útgávusáttmálar gjørdar, og útlit eru fyri øðrum avtalum, sum kunnu fáa vinnuligan týdning fyri bólkarnar. ORKA hevur fingið plátusáttmála við eitt stórt plátufelga í Fraklandi. Plátufelagið fer at útgeva seinastu fløguna hjá ORKA í fleiri londum her í millum í Fraklandi, Italia, Týsklandi og Hollandi.
Sum dømi um jaliga umrøðu vísir Christian á journalist frá A-One TV (MTV í Russlandi), ið sigur: "The first things I thought when I left the concert was why was I not here Wednesday, Thursday and Friday". Útsagnir sum hesar lýsa tað, vinnu- og miðlafólk høvdu at siga, tá ið tey høvdu upplivað ORKA og Budam “live”.
Stóran týdning fyri føroysku bólkarnar
Føroysku tónleikabólkarnir Budam og ORKA hava haft fimm framúrskaðandi framførslur á Transmusicales festivalinum seinastu dagarnar. Sjálvt um ORKA hevur fingið serliga nógva umrøðu, so fangaðu limirnir í Budam veruliga áhoyrararnar. Tekin um hetta var, at umleið fimti hvør áhoyrarin ognaði sær Budam-fløgu, sum var til keyps eftir konsertinar. Allar Budam-fløgurnar, sum vóru sendar til Transmusicales, vóru við hesum seldar.
Í viðmerking til Sosialin sigur Jens L. Thomsen úr ORKA, at Transmusicales hevur verið eitt tað størsta, ið limirnir í bólkinum hava upplivað.
ORKA spældi øll kvøldini saman við kenda franska tónleikarinum Yann Tiersen. Jens L. Thomsen sigur, at tað var ómetaliga stuttligt at spæla saman við einum so dugnaligum tónleikara sum Yann Tiersen, og leggur aftrat, at ORKA væntandi fer at hava konsert saman við Yann Tiersen í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 10. desembur.
Spurdur, hvørjar ætlanir bólkurin hevur í framtíðini, svarar Jens L. Thomsen, at bert tann eina framførslan er eftir í ár, men væntandi verða fleiri næsta ár. Somuleiðis er bólkurin farin undir at fyrireika útgávu av live-fløgu og DVD av konsertunum á Tranmusicales festivalinum.
Jørgen Niclasen fegnast
Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, sum umsitur tónleikavinnu. Hann sigur í stuttari viðmerking, at tey bæði tónleikatiltøkini, sum Sendistovan í Brússel í ár hevur skipað fyri undir heitinum Atlantic Soundscapes, eru prógv fyri, at til ber við góðum samstarvi millum listafólk og tað almenna at branda Føroyar mótvegis 10 tals milliónum íbúgvum í Evropa á effektivan hátt.