Frá byrjan var tað Neistin, sum setti dagsskránna, og longu áðrenn farið varð til hálvleik, var dysturin sum so avgjørdur.
Seinna hálvliek fekk kanska meira javnt á, men StÍF kom ongan tíð í nær námind Neistanum, sum enntá brúkti seinastu løtuna til veruliga at staðfesta sigurin.
Besti málskjúttin hjá StÍF var Bobra Adriana, sum skeyt 5 mál. Tað gjørdu Unnur Danielsen, Katrin á Neystabø og Marjun F. Danberg eisini fyri Neistan.
StÍF-Neistin 15-32 (8-14)