Stórsigur til Stjørnuna

Stjørnan gjørdi bart, tá ið Tjaldur vitjaði í KÍ-høllini sunnukvøldið. Oddaliðið vann stórt, og um tær vildu, kundu tær vunnið við enn fleiri málum.

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið oddaliðið í Sunset-kappingini Stjørnan hevði vitjan av Tjaldur úr Runavík seint sunnudagin í Klaksvík. Heimaliðið lat ongan iva verða um, at tær ætlaðu sær at avgerða dystin beinan vegin, og longu tá ið tíggju minuttur vóru leiktir, hevði Stjørnan eisini lagt seg á odda 7-0!

Louisa í hopla
Tað var næstan so, at Stjørnan skoraði eftir vild, men hesaferð vóru tað tó eisini onkur av teimum meira anonymu leikarunum í hópinum hjá Stjørnuni, sum hildu seg framat. Eitt nú Louisa Andreeasen, sum saman við Katarinu Stjepanov gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum.
Eftir at heimaliðið hevði lagt seg avgerandi á odda, tóku tær sær av løttum eina løtu, soleiðis at gestirnir fingu fóta sær eitt sindur, men tað var bert eina løtu, so setti heimaliðið ferð á aftur.
Eftir steðgin hevði Stjørnan fulla ferð á, og málini skolaðu inn aftan fyri neyðars Lone Bajer í málinum hjá Tjaldur. Ikki færri enn 19 ferðir sat bólturin í netinum hjá Tjaldur eftir steðginum, samstundis sum runavíkskvinnur sjálvar bert fingu skoraði seks ferðir í hinum endanum.
Um talan var um eina lætta uppgávu hjá Stjørnuni sunnudagin, so verður tað øðrvísi í morgin, tá ið tær skulu spæla fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappini móti nærmastu kappingarneytunum úr VB.

Stjørnan-Tjaldur 33-13 (14-7)
Stjørnan: Katarina Stjepanov 9 (4), Louisa Andreasen 9 (1) Joan M. Djordevic 4, Una Olsen 3, Bára Skaale Klakstein 3, Beinta Joensen 3, Anna Kristina Samson 2.
Tjaldur: Heidi Heinesen 4, Anna Hansen 3, Heidi Sevdal 2, Anni Højgaard 1, Kirstin Jacobsen 1, Hanna Isaksen 1, Jacoba Langgaard 1.
Brotskøst: Stjørnan 7/5, Tjaldur 0
Útvísingar: Stjørnan 0 , Tjaldur 4
Dómarar: Pole Hansen og Hartvig Joensen