Hondbóltur
StÍF stevnir við fullari ferð móti finaluplássinum í Atlantic Airways-kappingini. Leygardagin vitjaði Kyndil, sum við sigrinum á H71 seinasta vikuskifti fekk nakað av luft, men hetta var tó langt ífrá nóg mikið til at steðga strandingunum.
Styrkirnar hjá StÍF eru so nógvar. Og júst tí er tað so serstakliga trupult at basa teimum, tá spælið koyrir. Málverjin er framúr, og tað í sjálvum sær er nóg mikið til at taka pippið frá teimum flestu. Bakketan hevur evni til bæði at spæla skjótt og skjóta hart, og so ber væl til at spæla tunt, soleiðis at málfarligu vongaspælararnir eisini sleppa framat.
Og alt hetta fekk Kyndil eisini at sanna leygardagin. Gestirnir vóru annars teir, sum byrjaði betri, men tá vertirnir fingu glið á, beyð ikki bøtur. Seinastu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki vann StÍF 12-6, og eftir steðgin hildu teir bara fast um leiðsluna, sum spakuliga varð útbygd. Og hóast Finnur Hansson, sum í fjør gjørdi nógv um seg fyri StÍF, royndi at halda lív í vónunum, so hjálpti hetta lítið.
Breið styrki
Við sigrinum er StÍF komið upp á 17 stig, og enn halda teir seg fimm stig undan nummar trý og harvið hóttanini um at missa finaluplássið.
Spælið, sum StÍF fyri tað mesta hevur sýnt í ár, saman við tí fakta, at tað nú bert eru níggju dystir eftir at spæla, ber við sær, at tað í løtuni tykist ógvuliga lítið sannlík, at nakar skal hótta hendan sessin.
Áður hevur trupulleikin ofta verið, at liðið ikki megnar at halda dampinum uppi gjøgnum heilt kappingarár, og tí hóvar tað ivaleyst væl strandingum, at kappingin nú fer í langan vetrarsteðg. Tað ber við sær, at menn uttan iva eru frískir, tá farið verður undir seinasta partin av kappingarárinum, og tí er einki at siga til, at strandingar nú spakuliga eru farnir at droyma um eina greipu. Tað hevur liðið enn ikki roynt, hóast teir hava verið í steypafinaluni bæði í 1999 og í 2003, tá FM-heitið varð vunnið.
Hjá Kyndli eru møguleikarnir fyri at røkka finaluni av álvara farnir at minka. Enn er vónin ikki heilt slept, men skal hetta røkkast er kravið ein endaspurt, har helst einki stig skal missast, tað sum eftir er av kappingarárinum.
Fakta um dystin
StÍF-Kyndil 30-26 (15-12)
10 min: 3-6
20 min: 10-8
40 min: 20-16
50 min: 26-20
Málskjúttar
StÍF: Bárður Danielsen 6, David Edvardsen 6(1), Leivur Justinussen 5(4), Sveinur Justinussen 5, Bent Djurhuus 3, André F. Danielsen 3, Jón Rasmussen 1, Danni Syhler 1
Kyndil: Finnur Hansson 10, Josef Abrahamsen 4(2), Hjalti M. Jacobsen 3, Bárður Johannesen 2, Janus Einar Sørensen 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Rani Ellingsgaard 2, Ken Zachariassen 1
Brotskøst: StÍF 6, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 3
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Kristian Joensen & Kári Hansen