Mentamálanevndin í Havn hevur nú gjørt av at stuðla størstu filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð.
Tað sigur Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá býráðnum.
Talan er um ein stórfilm um søguna um Frans í Gásadali, sum kendi svenski filmsleikstjórin, Richard Hobert, ætlar at gera
Talan er um ein film, sum hevur fingið heitið The Bird Catcher og hann fer at vara í slakar tveir tímar og hann kostar einar 32 milliónir krónur.
Jógvar Arge sigur, at stórur áhugi er fyri filminum í Norðurlondum og í Fraklandi og Kekkia.
- Størsti parturin av játtanini kemur tí úr hesum londum, men filmsleikstjórin Richard Hobert úr Svøríki ger ikki filmin uttan føroyskan áhuga eisini, sigur Jógvan Arge.
Mentamálanevndin hevur samtykt at játta tilsamans 300.000 krónur til filmsverkætlanina í ár og næsta ár.
Tað var Daniella Sandberg úr Sørvági, sum býr í Svøríki, sum Richard Hobert áhugaðan í søguni um Frans í
Gásadali, sum er ein sonn søga úr 1800-talinum, og er um hvat er til at taka fyri at føra bóndaættina víðari.
Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum verður spældur inn í Vágum, í Bø, í Gásadali og á Víkum, eins og í Koltri og í Mykinesi.
Ætlanin er at taka filmin upp næsta ár og ar frumsýna hann á stevnuni í Cannes í 2014.