Tað mundi ljóða sum søtur muskikkur í oyrunum á mongum Suðuroyingi, táið Johan Michael Strøm á Tvøroyri rópti 3grindaboð3 í sendaranum hjá sær umleið klokkan níggju mikumorgunin.
Meðan ov mikið av grind hevur verið nógva staðni norðanfyri, hava suðuroyingar mestsum verið við sviðusoð í fleiri ár.
Bara onkrar hissini smáar grindir hava lagt lagt beinini í Suðuroynni seinastu árini og tey allarflestu høvdu nú slokt botnin á kagganum.
So mikið søtari mundi tað ljóða, tá ið Michael samstundis boðaði frá, at talan var um rættiliga fitt av grind.
Hann var farin út at rógva um átta tíðina mikumorgunin við báti sínum Todnesi, táið hann rendi seg í eina stóra grind beint uttanfyri Flesina, beint út úr Tvørafjørði.
Men vestfall var, so hon vildi ikki inn á Tvørafjørð, sigur Johan Michael.
Men Norðureftir vildu hon ganga og tí var gjørt av at royna at reka hana inn á Hvalba.
Teir vóru rættiliga leingi einsamallir hjá grindini, tí aðrir bátar vóru langt síðani farnir til útróðrar og vóru nógv longri úti.
Men táið bátarnir vóru komnir, gekk tað heilt gott at reka hana.
Tað eina strekkið inn eftir Hvalbiarfjørði gekk hon yvir 9,5 fjórðingar.
Bara ein lítil partur gjørdi landgongd.
Summir grindamenn meintu, at høvdu bátarnir koyrt meiri á hana, lá hon øll uppi á turrum, so hart gekk hon. Men teir vóru ov linir og tí kom nokk so nógv at liggja eftir úti á.
Men tó so, drápið vardi hálvan annan tíma og klokkan hálvgum tvey var alt deytt.
251 hvalir merktir
Hendan grindin er tann størsta í Suðuroynni í nógv ár.
Tilsamans vóru 251 hvalir merktir uppá tilsamans 1.248 skinn.
Tað gevur næstan 5 skinn í miðal uppá hvalin.
Grindin skal býtast í teir 5.123 partarnar, sum eru skrásettir, fastir partar í Suðuroynni.
Men afturat tí koma 1.058 eykapartar, sum eru fólk, ið eru í oynni og vitja. Fremmandafólk, sum er í oynni, hava eisini rætt til grindapart á jøvnum føti við tey, sum búgva fast. Sostatt skuldi grindin býtast í tilsamans 6.181 partar.
Tað gevur 0,2 skinn í part.
80% vóru honhvalir
Teir, sum merktu, søgdu, at grindin var góð og feit.
Hvalirnir vóru merkiliga javnir til stødd, lógu um 5-6 skinn, teir flestu. Tann størsti var 11 skinn og afturat teimum vóru onkrir einstakir uppá 9-10 skinn
Umframt talið og skinnini, verður m.a. eisini skrásett fyri náttúrugripasavnið, hvat kyn, hvalirnir eru.
Og her vísti tað løgna seg at teir allarflestu hvalirnir, einir 80% vóru honhvalir.
Annars plagar tað at vera nokk so javnt býtt ímillum kynini.
Reka ikki grind aftur
Í Suðuroynni fáa øll líka stóran part av grindini.
Tað er langt síðani, at bátspartarnir blivu tiknir av og tað vóru tað meiri enn ein, sum vóru illir um í hvalbiargrindini mikudagin.
Summir teirra vóru útróðrarmenn, sum mistu dagin, tí teir fóru at reka grind.
Einir sjey-átta bátar komu líka eystan av Tunguni inn at reka grind. Tungan er einar níggju fjórðingar eystur úr Lítlu Dímum
Og teir halda, at tað hevði ikki verið meiri enn rætt og rímiligt, at teir fingu ein grindabita eyka fyri tað.
Tað heldur Johan Michael Strøm eisini.
Eg vænti ikki, at teir gera hetta oftani, tí tað kostar teimum nógvar pengar at missa ein heilan útróðrardag. Tað vóru eisini fleiri, sum søgdu við meg, at teir fóru aldrin aftur at reka grind. Og summir vóru enntá so illir, at teir løgdu dýran við, at teir skuldu ikki so mikið sum boða frá grind eina aðru ferð, sóu teir eina.
Johan M. Strøm heldur, at bátspartarnir skuldu blivið settir í gildi aftur, tí veruleikin er, at tað blivu fáar grindir dripnar, vóru tað ikki útróðrarmenn, sum funnu tær og boðaðu frá.
Tí hevði tað ikki verið og nógv, um teir fingu eitt skinn afturfyri, heldur hann.