Bakkafrost fer at byggja nýggja smoltstøð í Ónavík í Vágs Kommunu. Talan er um eina stóra smoltstøð, sum kemur at liggja við Ónavíkstanga og norðureftir.
Smoltstøðin verður umleið 10.000 fermetrar til støddar. Á smoltstøðini skulu framleiðast stór smolt og skal smoltstøðin kunna nøkta tørvin til umleið 3 mió. smolt um árið. Hetta krevur kør sum eru umleið 12.000 rúmmetrar.
Smoltstøðin er mett at kosta umleið 250 mió. kr. – og er hetta harvið størsta einstaka íløga í Vágs kommunu nakrantíð, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at tað í sera góðum samstarvi við Bakkafrost og við Sumbiar kommunu, hevur eydnast at fáa staðsett smoltstøðina í Vágs kommunu.
-Vit hava brúkt ómetaliga nógva orku uppá hesa sera spennandi verkætlan og eru vit sera sera fegin um at smoltstøðin verður bygd í Vágs kommunu. Ongin ivi er um, at ein íløga á 350 mió. kr. fer at føra við sær stórar ringvirkningar í nærumhvørvinum, e ins og økt virksemi fer at verða, tá framleiðslan byrjar á smoltstøðini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á heimasíðui hjá Vágs Kommunu.