Størsta lágkøkan

Lágkøkan, sum Símun Akursmørk gjørdi í 1989 er framvegis landsins størsta lágkaka

 

Í 1989 gjørdi bakarin, Símun Akursmørk, heimsins størstu lágkøku.

Hon varð gjørd í sambandi við 85 ára føðingardagin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og alt var lagt soleiðis til rættis, at lágkøkan skuldi koma í Guiness metbókina.

Hetta var tó av ongum, tí sama ár varð ein enn størri lágkøka gjørd í útlandinum.

Men lágkøkan hjá Símuni er framvegis landsins størsta. Í sambandi við føðingardagin hjá Neistanum í farnu viku var ein veldug kaka gjørd, men hon var langt frá so stór sum tann í Klaksvík á sinni.


Eitt sindur av róma

Lágkøkan hjá Neistanum var um 12 fermetrar, meðan tann hjá Símuni var 46,3 fermetrar.

Símun brúkti 3137 egg, 102,5 kilo av sukri, 102,5 kilo av mjølo, 3,4 kilo av bakipuvluri, 186 kilo av súltutoyi, 270 kilo av kremi, 250 litrar av róma, 30 kilo av kokusi og fjórðingslitur av fruktliti.

Í umsøknini til Guiness metbókina váttaðu Óli Heinesen, sum tá var borgastjóri í Klaksvík, Karsten Hansen, sum var sýslumaður og John Reid Bjartalíð, heiðurslimur í KÍ, fyri, at lágkøkan var 46,3 fermetrar.