Størsta reallønarfallið síðani 1989

Í fjør minkaði reallønin í Danmark so nógv, at fallið var tað størsta síðani 1989, og harafturat var tað annað árið á rað, at reallønin fall.

Las Olsen, sum er greinari hjá Danske Bank, sigur við danska kringvarpið, at í fjør hvødu tey donsku húskini 500 krónur minni at keypa fyri um mánaðin enn í 2011, tí at prísirnir hækkaðu meiri enn lønin.

Í fjør hækkaði lønin 1,5 prosent, og í Danske Bank vænta tey, at lønarhækkingin og príshækkingin fara at fylgjast í ár. Í fjør hækkaði skatturin, men í ár minkar hann, og tí væntar Las Olsen, at samanumtikið fær hvørt húski knappar 500 krónur meiri at ráða yvir um mánaðin í ár enn í fjør. Støðan verður við øðrum orðum sum í 2011.

Ein annar greinari, Tore Stramer hjá Nykredit, sigur við DR, at 2013 verður eftir øllum at døma tað fyrsta árið síðani 2009, at reallønin ikki verður negativ. Hann væntar, at lønarvøksturin verður knappliga tvey prosent og inflasjónin 1,6 prosent, soleiðis at reallønarvøksturin verður um 0,4 prosent í ár.