Størsta sigurin vann Erla Konsdóttir

5-mannafør kvinnur: Tær úr Fuglafirði vóru fimm bátslongdir undan næsta bátinum

Á norðoyastevnu vann Erla Kongsdóttir. Tá var sigurin ikki heilt so trivaligur, sum hann ofta hevur verið undanfarnu árini.

Spurningurin var so, um tað fór at eydnast øðrum bátum at bjóða av og harvið at fáa spenning í hesa kappingina.

Onkur bátur royndi at bjóða av, men tað varð ongantíð spennandi.

Blikur royndi at spíla seg út, og inntil hálvur teinurin var rógvin, var tað ikki leyst millum bátarnar. Men so glapp hjá Erlu Kongsdóttir og fram við havnarlagnum í Runavík róðu kvinnurnr úr Fuglafirði rættan uppvísinginsróður.

Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málið vóru tað fimm bátslongdir aftur til næsta bátin, og tí var Erla Kongsdóttir mest sannførandi vinnarin av øllum ídag.

Báðir bátarnir úr Hósvík – Heykur og Falkur – bjóðaðu Bliki av í kappingini um næstfremsta plássið, men tað eydnaðist Bliki at varðveita næstfremsta plássið.

 

1 Erla Kongsdóttir

2 Blikur

3 Falkurr

4 Heykur

5 Spógvin

6 Junkarin

7 Báran

8 Teistin