Fyritøkan Stubbin í Vestmanna hevur fingið tann størsta kampingvognin, sum nakrantíð er fluttur inn í landið. Talan er ein Adria Classica 743 UP, sum kann kallast eitt summarhús á hjólum.
Vognurin er nógv størri enn ein vanligur kampingvognur, sum er 2,30 m breiður og umleið 5 m langur. Hesin er 2,50 m breiður og 7,43 langur. Vognurin vigar 1.600 kg og totalvektin er 2 tons. Prísurin á vogninum er kr. 180.980,-
At koma inn í vognin er sum at koma inn í eini sethús, har er sentralhiti og hiti í gólvinum, annars er t.d. komfýrur, bakarovnur, køliskáp, frystiboks, sjónvarp við DVD og radio við fløguspælara. Har er eisini sovikamar við dupultsong, tilsamans eru 5-6 seingjapláss. Samlaða gólvvíddin er 18 fermetrar.
Kári Hansen frá Stubbanum sigur, at ein slíkur kampingvognur er væl egnaður sum summarhús. Møguleiki er at ferðast kring landið og uttanlands. Í Føroyum ber væl til at hava vogin við sær, har ein sjálvur ynskir tað.
Fyritøkan Stubbin varð sett á stovn í Kvívík fyri einum góðum ári síðan. Nú er Stubbin fluttur til Vestmanna í høllina hjá Vestmanna Timburhandli.
Stubbin hevur eitt stórt úrval av bátum, húsvognum, teltvognum, viðfestisvognum, leysamotorum, navigatiónsútgerð og mongum øðrum. Umframt Adria kampingvognar umboðar fyritøkan eisini kampingvognar av merkinum Hobby. Opið er frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 - 17.30 og leygardag frá kl. 10 - 14, telefonnummarið er 471800.
Myndatekstur: