Stórsti kunnleikamiðdepilin í Norðurlondum um heilaskaða

NeoZone WebCenter er hin stórsti kunnleikamiðdepilin um heilaskaða sum er á vevinum, og síðani 10. januar í ár hava fleiri enn 900 fólk vitjað inn á heimasíðuna. Her fært tú allan tann kunnleika um heilaskaða, tær tørvar ella leiðbeining (tengingar) til aðrar heimasíður við júst tí, tú leitar eftir.

Samlaða talið av síðum er flei ri hundrað, so tað gerst ikki eftir einum degi, fert tú framvið.

Á heimasíðuni kanst tú eisini síggja videofilm um heilaskurviðgerð, interaktivar myndir av heilanum, hoyra bandaða talu um, hvussu heilin mennist og mangt annað forvitnisligt.

NeoZone WebCenter arbeiðir saman við navnframum fólki sum Susanne Freltofte, neurosálarfrøðingi, Birgitte Christensen ergoterapeuti, Hjerneskadeforeningen, Center for Hjerneskade á Universitetinum á Amager, Kognitiv Rehabiliteringsenhet á Sunnaas Sykehus í Noregi, Netdoktor, Medscape hjá Reuter o. fl. ø. Men tað eru ikki danir ella sviar, sum reka heimasíðuna, men føroyingurin Jón Ellendersen, sum er búsitandi í Herlev í Danmørk.

Jón er socialpedagokur og arbeiðir dagliga við afturvenjing af fólki við ymsum heilaskaðum, hetta á Lions Kollegiet í Keypmannahavn. Hann hevur eisini skrivað seruppgávu um afturvenjing av heilaskaddum.

Við í hópinum sum fáa tilfar til vega og annars veita aðrar tænastur eru ergoterapeutar, neurosálarfrøðingar, fysioterapeutar, læknar og onnur, bæði í Norðurlondum, í USA og Bretlandi.

Heimasíðan hjá NeoZone WebCenter lat upp í juni 1999, men hevur skjótt vaksið seg stóra, og hvønn dag økist talið av vitjandi. "Vit fáa vitjan av avvarandi, blaðfólki, fólki við heilaskaða, rithøvundum, fakfólki av ymsum slag, og viðhvørt stendur á at svara øllum spurningum og áheitanum, vit fáa. Áhugað kunnu fara sær ein túr inn á neozone.dk.