Størsti spenningurin verður í Gøtu

Nú er rættuliga farið at ganga undan í fótbóltskappingini 2007. So at siga allir spurningar eru svaraðir uttan tann mest spennandi av øllum ? hvør fer at vinna FM í Formuladeildini.

25. umfar verður spælt seinnapartin í dag. Serligur spenningur er um grannauppgerðina í Sarpugerði, har oddaliðið NSÍ fer at vitja GÍ.

Á Sandi verður uppgávan stór hjá B36, sum tað er alneyðugt hjá at vinna fulla úrtøku, um hugsningur skal vera um hjá teimum svørtu og hvítu at fáa fatur á NSÍ.

Um NSÍ vinnur í Gøtu, og B36 einki fær burturúr á Sandi, verður munurin undan tveimum teimum seinastu umførunum millum tvey tey ovastu fimm stig, og so verður longu í dag mest sum avgjørt, at NSÍ fer at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð.

Hann er høgur í ættini, og veðurvánirnar frá DMI fyri seinnapartin siga frá fitt av vindi, tað sigst fara at verða turt og upp í umleið tíggju hitastig.

 

25. umfar í dag:

EB/Streymur-VB/Sumba: Ransin Djurhuus kl. 15

AB-HB: Rúni Gaardbo kl. 15

GÍ-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15

Skála-KÍ: Dagfinn Olsen kl. 15

B71-B36: Jens Petur Brattalíð kl. 15

 

Støðan undan 25. umfari

NSÍ 54 stig

B36 52 stig

EB/Streymur 45 stig

HB 42 stig

GÍ 32 stig

Skála 31 stig

KÍ 28 stig

B71 26 stig

AB 17 stig

VB/Sumba 11 stig