Stórt álvarsemi í Tinghúsinum

”Vit eru eisini framtíðin” stóð á skelti, sum nøkur fiskimannabørn høvdu við sær, tá tingfundurin byrjaði í gjáramorgunin – fundurin, sum kemur at gera av lagnuna hjá fiskidøgunum fyri komandi fiskiár

Fiskidagar

 

Nú 2. viðgerð var á tingi í gjár í málinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, vóru nógvir útróðrar-og fiskimenn savnaðir í Havn.

Fleiri skip og bátar kring um úr landinum løgdu til bryggju í Havn mikumorgunin. Við bátunum vóru serliga útróðrarmenn, línumenn og menn, sum sigla við teimum smærru trolarunum.

Í staðin fyri at koma til Havnar í bili, komu teir í bátum og skipum sínum. Teir vóru komnir at fylgja viðgerðini á tingi, har løgtingið skuldi atkvøða um fiskidagar fyri komandi fiskiár.

Menninir komu eisini komnir fyri at vísa lóggevandi myndugleikum og fólki annars, at teir eru til – og at teir hava familjur aftanfyri seg, ið liva av tí, sum upp úr havinum kemur.

Áðrenn tingfundurin byrjaði klokkan 9.30 mikumorgunin, høvdu teir syrgt fyri, at nøkur fiskimannabørn kundu standa uttanfyri tinghúsið við skeltinum: ”Vit eru eisini framtíðin”.

 

Stórt álvarsemi

Menn vóru álvarsamir, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur skotið upp at skerja fiskidagarnar hjá partrolaraflotanum við 20% og dagarnar hjá húkaflotanum við 50%. Aftrat hesum – og serliga fyri línu-og útróðrarflotanum – merkir uppskotið hjá landsstýrismanninum eina nógv størri skerjing enn tey 50%, tí Føroyabanki eftir uppskotinum eisini verður friðaður.

Onkur sat á áskoðaraplássinum við hendur uppundir kinn, onkur heldur um høvdið – og onkur heldur saman hendur.

Jú, menn eru álvarsamir, tí hetta er, sum teir sjálvir siga tað, ein spurningur um lív ella deyð hjá okkara fiskiskipavinnu.

Óli M. Lassen, sum var ein av áhoyrarunum í tinginum mikudagin, er reiðari á línuskipinum Jákupi B og útróðrarbátinum Líðhamri.

 

Sendur heim

- Eg haldi tað vera ófatiligt, tá fiskimálaráðharrin í viðmerkingum til sítt egna upppskot sigur, at tað ongar avleiðingar fer at fáa fyri fiskiflotan og samfelagið, at uppskotnu skerjingarnar í fiskidøgum verða framdar. Tórbjørn Jacobsen vísir á óbrúktar fiskidagar, men undir verandi skipan fæst ikki fatur á hesum døgum.

Óli M. Lassen heldur, at hevði ein ráðharri í øðrum landi komið við slíkum púrasta ókritiskum úttalilsum, hevði hann – og helst eisini hansara embætisfólk – verið send til hús í stundini.

 

Trý tilmæli

Vinnunevndin býtti seg undir viðgerðini av fiskidøgum í ein meiriluta, sum mælir til 3% niðurskurð og tveir minnilutar, sum ávikavist mæla til 10% og 20% niðurskurð í øllum veiðibólkum.

Við atkvøðugreiðsluna undir aðru viðgerð samtykti løgtingið uppskotið hjá Heina O. Heinesen og Pálli á Reynatúgvu um at skerja fiskidagarnar í øllum bólkum við 20%.